Í dag savnast yvir 100 sjúkrarøktarfrøðingar til ráðstevnu undir heitinum, Larmandi tøgn. Ráðstevnan snýr í høvisheitum um spurningin, hví sjúkrarøktarfrøðingar eru so tigandi í almenna kjakinum.
Á skránni eru fleiri fyrilestrar. Sigmund Poulsen legði út í morgun kl 9 og greiddi frá um lógarverki rundan um fráboðanarskylduna, tagnarskylduna og loyalitetsskylduna.
Birna Mohr Joensen, nevndarlimur í etiska ráðnum undir Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, hevði eitt áhugavert upplegg um etisku avbjóðingarnar og ábyrgdina sjúkrarøktarfrøðingarnar hava í mun til fráboðanarskylduna og tagnarskylduna.
Eisini greiddi Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, frá um ætlaðu varskógvaraskipanina og hvussu hendan kann hava ávirkan á fakøkið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Ráðstevnan, sum er á Hotel Føroyum, heldur fram í morgin við fleiri fyrilestrum og pallborðkjaki.