Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur í dag havt kunnandi fund um støðuna nú arbeiðssteðgur er byrjaður.
Álitisumboðini fingu kunning um gongdina í málinum, og hvørjar ætlanir eru fyri næstu dagarnir.
Tað kom týðuliga fram, at álitisumboðini taka undir við avgerðini hjá nevndini um, at skeivleikin skal rættast í lønarlagnum í mun til aðrar fakbólkar við somu útbúgvingarlongd, og at arbeiðssteðgurin er eitt neyðugt stig, sum mótparturin hevur trýst okkum út í.