1. oktober 2018 eru 30 ár liðin, síðan Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar (FFS), var stovnað. Frammanundan høvdu føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, ið tá kallaðust sjúkrasystrar, haft limaskap í danska fakfelagnum, Dansk Sygeplejeråd (DSR). Føroysku sjúkrasystrarnar høvdu limaskap í egnari deild hjá DSR, ið nevndist DSR Føroya Deild, sum bygdi á eitt samstarv, ið byrjaði fyri nærum 100 árum síðan.
FFS hátíðarheldur 30 ára dagin við at varpa ljós á sjúkrarøkt. Ábyrgdarøkið hjá sjúkrarøktini er alt menniskja, og tað verður m.a. lýst við stuttfilmum, ið lýsa breiddina í sjúkrarøktini, og við frásagnum um, hvussu sjúkrarøktarfrøðingar arbeiða. Eisini er ein longri filmur í umbúnað, har søga og sjúkrarøkt verða lýst. Filmurin verður frumsýndur 03.10. 2018.
Ráðstevna í heyst
Sjálvur føðingardagurin verður hátíðarhildin við eini ráðstevnu undir heitinum, -tað lønar seg. Heitið sipar til, at íløgur í sjúkrarøkt loysa seg menniskjaliga, við fyribyggjandi og viðgerðandi virksemi, bæði á sjúkrahúsum og úti í heimatænastum kring landið, eins og sjúkrarøkt lønar seg búskaparliga.
Á ráðstevnuni verða fleiri spennandi framløgur. Eitt av høvuðsnøvnunum er amerikanski professararin Jack Needleman, ið er serfrøðingur innan heilsubúskap, heilsupolitik og dygdarmenning innan heilsuskipanir. Hann hevur granskað í fólkaheilsu úr fleiri sjónarhornum, til dømis, hvat ávirkar broytingar innan heilsupolitikk, hvussu heilsupolitikkur kan broytast, um dygd, dygdarmenning og sjúklingatrygd. Hansara gransking staðfestir, at íløga í sjúkrarøkt lønar seg.
Finski professarin Lisbeth Fagerstrøm, ið er serkøn í m.a. avanseraðari kliniskari sjúkrarøkt (ANP) og umsorganar vísund, hevur eisini framløgu á ráðstevnuni. Gransking hennara er m.a. innan heilsufremjan og hon granskar í løtuni innan: Providing Person centred health care, – by new models (ANP).
Høvið verður eisini nýtt at varpa ljós á føroyska gransking. Ása Róin, Ph.d., sum arbeiðir á Fróðskaparsetri Føroya, hevur granskað í, hvussu tað er at gerðast gamal í Føroyum. Hon fekk í 2015 Kirsten Avlund Gerontologivirðisløn fyri gransking sína. Ása Róin hevur verið drívmegin í menningini av útbúgvingini á masterstigi í Heilsuvísind á Setrinum.
Nógv verður at hoyra um nýggja føroyska gransking, t.d. sjúkrarøkt til krabbameinssjúklingar í mun til at menna sjúklingagongdina í einum lítlum fjarskotnum oyggjasamfelag, umframt nógv, nógv annað, ið verður at hoyra á ráðstevnuni 4. og 5. oktober.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar