Trumfkortið “liðugt viðgjørdir sjúklingar” varð aftur havt á lofti.
Í samrøðu í Degi og Viku 1. mars um, at sjúklingar liggja á gongini, flutti Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, fokus yvir á liðugt viðgjørdu sjúklingarnar, heldur enn at fyrihalda seg til veruliga trupulleikan, sum er, at ov nógvir sjúklingar eru til seingjarplássini og ov fá starvsfólk.
Hjá mær sum forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum varðar av sjúkrarøktarfrøðingunum á Landssjúkrahúsinum, er tað skelkandi at hoyra, at stjórin á Landssjúkrahúsinum bara gevur ov stóra sjúklingatalinum á deildunum skuldina. Ger hann hetta fyri at látast sum, at støðan er betri, enn hon er, ella veit hann ikki, hvussu stórur trupulleikin er?
At liðugt viðgjørdir sjúklingar eru á sjúkrahúsunum, er tíanverri ikki nýggj tíðindi. Tað er so heilt avgjørt neyðugt at loysa hendan trupulleikan, men tað hendir neyvan yvir nátt, bara tí at kommunurnar hava yvirtikið eldraøkið. Veruleikin er ikki so einfaldur, at nóg mikið verður av seingjarplássum, um vit “sleppa av við” hesar sjúklingar.
Trupulleikin við ov fáum seingjarplássum er nógv størri enn liðugt viðgjørdir sjúklingar — og tíverri ikki bert á B6! Sjúklingar á gongini eru geransdiskostur á Landssjúkrahúsinum á øllum deildum. Tað eru betri dagar og verri dagar, men felags fyri allar deildir er, at trupulleikin við vantandi seingjarplássum hevur verið í fleiri ár.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava verið noyddir at góðtaka, at sjúklingar liggja á gongini. Við jøvnum millumbilum verður trupulleikin havdur á lofti, og vit ógvast við, men einki verður gjørt.
Stjórin á Landssjúkrahúsinum førdi eisini fram, at bygt verður nýtt sjúkrahús, sum skal standa liðugt um 3 ár. — Er ætlanin veruliga ikki at loysa trupulleikan fyrr enn um 3 ár?
Og stjórin gloymdi eisini at siga, at nýggi bygningurin ikki útvegar fleiri seingjarpláss. Ætlanin er at minka seingartalið á medisinska deplinum við 2 plássum.
Hvat er so at síggja fram til?
Óluva í Gong, forkvinna