Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur verið í verkfalli í góðar tvær vikur nú. Vit fóru í verkfall, tí at Fíggjarmálaráðið ynskir at varðveita søguliga skeivleikan í lønini hjá okkara limum.
Tveir partar kunnu steðga verkfallinum, men tað krevur samskifti og áhuga í at loysa ósemjuna.
Hóast hetta er tað púra stilt í Fíggjarmálaráðnum. Tað tykist, sum landsstýrismaðurin og stjórin á Lønardeildini leggja púrt einki í málið.
Ístaðin er tað leiðslurnar á sjúkrahúsunum, landsstýrismaðurin í heilsumálum og í dag enntá landsstýrismaðurin í vinnumálum, ið gera viðmerkingar til verkfallið.
Hvar er okkara mótpartur í verkfallinum?
Hava teir onga meining? Og er tað í lagið, at teir onga meining hava?
Vit hoyra støðugt, at støðan er álvarslig, og vit vita, at støðan er álvarslig, men Fíggjarmálaráðið er púra kvirt, og noktar at taka ábyrgd av støðuni, ið teir hava sett Føroyar í.