Endamálið
Sjúkrarøktaretiska Ráðið hevur til endamáls:
- At varðveita og menna etiska støðið hjá sjúkrarøktarfrøðingum og lesandi
- At vegleiða um etisk ivamál, sum limir og /ella nevnd felagsins leggja fyri ráðið
Sum limur í FFS, kann tú seta teg í samband við Sjúkrarøktaretiska ráðið:
- Tá ið tú stendur í eini etiskt truplari støðu, har tú hevur tørv á ráð og vegleiðing.
- Tá ið tú upplivir støður, ið tú meinar eru í stríð við etisku leiðreglurnar
- Tá ið tú vilt, at Sjúkrarøktaretiska Ráðið skal viðgera eina etiskt trupla støðu ella tvístøðu, sum viðkemur sjúklingum, avvarðandi, starvsfeløgum ella góðskuni í heilsutænastuni.
- Um tú hevur rís, rós, hugskot ella góð ráð til virksemi felagsins
Skriva til etikkur@sjukrarokt.fo
Vit eru á eisini at finna í einum bólki á Facebook: Sjúkrarøktaretiska ráðið