Í dag fingu 25 lesandi prógv í Kongshøll, og kunnu nú kalla seg B.Sc í sjúkrarøktarfrøði. Eisini fingu tveir sjúkrarøktarfrøðingar handað prógv fyri teirra masterútbúgving í Heilsuvísind.
Sjálvt um tiltakið varð samsvarandi almennu leiðreglunum um avmarkaða atgongd og frástøðu, var hetta ein hátíðarlig løta, har May-Britt Skoradal, varadekanur bjóðaði vælkomin og Magni Mohr, dekanur helt røðu.
Óluva í Gong, forkvinna fyri Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar fekk eisini høvi at handa nýklaktu sjúkrarøktarfrøðingunum limanál felagsins.
Gestarrøðari var Kaj Leo Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, og fyri nýklaktu sjúkrarøktarfrøðingarnar helt Birita Baldvinsdóttir Iversen røðuna.
Hátíðarløtan endaði við sangframførslu frá Lenu og Niclas.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir nýklaktu sjúkrarøktarfrøðingunum og sjúkrarøktarfrøðingunum á master støði hjartaliga tillukku.