Ofta verður sagt, at tá samfelgið fer heim, fara sjúkrarøktarfrøðingar til arbeiðis. Vanliga er hettar um kvøldið, um náttina og til allar høgtíðir. Soleiðis er tíverri eisini nú, Korona smittan ger um seg.
Tað eru nú skjótt tríggjar vikur síðan samfelagið varð sett niður í ferð. Bárður á Steig Nielsen løgmaður heitti á føroya fólk um at verða við hús. Starvsfólk, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum vórðu biðin um at arbeiða heimanífrá, har tað var gjørligt. Barnagarðar vóru stongdir, og allir skúlanaæmingar vóru sendir sendir heim. Dagligdagurin var broyttur fyri okkum øll.
Tað eru eisini skjótt tríggjar vikur síðani, at allar vaktarætlanir hjá sjúkrarrøktarfrøðingum vórðu broyttar. Hetta var neyðugt fyri at minka um vandan fyri smittuspjaðing inni í heilsuverkinum, í heimatænastum og á stovnum. At fyribyrgja vandan fyri at bera smittu til eldru og veiku borgararnar er í hásæti. Eisini varð hetta neyðugt fyri at minka um vandan fyri, at ov nógv starvsfólk vórðu smittaði samstundis, og harvið send í sóttarhald. Tað var alneyðugt at tryggja, at alt heilsuøkið framhaldandi hevði starvsfólk til at røkja lívsneyðugar uppgávur til gagn fyri allar borgarar.
Hetta hevur stóra ávirkan á dagligdagin hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Sjálvt um sjúkrarøktarfrøðingar ikki eru í sóttarhaldi, eru flestu teirra, eftir áheitan frá arbeiðsgevaranum, farnir í sjálvboðið sóttarhald. Ímeðan aðrir borgarar kunnu vera saman við síni nærmastu familju, eru treytinar hjá sjúkrarøktarfrøðingum øðrvísi. Ein kona eg prátaði við, í hóskandi frástøðu, greiddi frá, at hon slapp ikki inn til familjuna. Báðar døturnar eru sjúkrarøktarfrøðingar, og tær vildu ikki bera nakra smittu við sær til arbeiðis. Konan longdist eftir ommubørnunum, men soleiðis var støðan nú, og tað mátti hon virða.
Nógvu broytingarnar í arbeiðsumstøðunum hava viðført stóran ótryggleika á arbeiðsplássunum kring alt landið. Veruleikin er, at eingin hevur eina fullfíggjaða ætlan fyri, hvussu vit skipa arbeiðið innan heilsuøkið í hesum Korona tíðum.
Á Felagnum fáa vit sjálvsagt nógvar spurningar. Vit svara eftri førimuni, og kenna vit ikki svarið, venda vit okkum til tann myndugleika, sum hevur ábyrgdina fyri at finna loysnir. Vit eru so gott sum dagligt í samskifti við sjúkrarøktarfrøðiligar leiðslur, har vit saman viðgerða tað avbjóðandi støðuna, vit standa í. Tað hevur tó víst seg at verða ein trupul uppgáva at finna heildarloysnir, og staðfestast má, at neyðugt er at finna loysnir fyri hvønn einstakan stovn ella deild, sum arbeitt verður á, ella heilt einkult hvørjar uppgávur man skal loysa.
Útgangsstøðið er sjálvsagt, at sáttmálin er galdandi. Felagið er tó greitt yvir, at ein sáttmáli, sum skipar ein vanligan arbeiðsdag, ikki røkkur til í hesi serstøðu. Felgið hevur í hesum sambandið saman við FMR og leiðsluni á Landssjúkrahúsinum gjørt eina ískoytisavtalu. Hendan avtalan gevur víðar heimildir til at skipa arbeiðið á ein hátt, sum minkar um smittuspjaðing, bæði ímillum sjúklingar og ímillum starvsfólk. Hendan avtalan er eisini galdandi fyri kommunala økið.
Á felagnum eru vit greið yvir, at umskipanin av arbeiðsgongdini hevur viðført, at ikki allir limir arbeiða sín vanliga starvsbrøk. Summir arbeiða meira, meðan aðrir arbeiða minni enn vanligt. Nógv ørkymlan hevur verið hjá teimum, sum arbeiða minni enn sín setanarbrøk. Til hetta er at siga, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur alment boðað frá, at starvsfólkini hjá tí almenna fáa vanligu løn, um tað er Korona, sum er atvoldin til, at man ikki sleppur til arbeiðis. Hetta lyftið er sjálvsagt eisini galdandi fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Tað ber heilt einkult ikki til at ímynda sær, at sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru til arbeiðis og standa fremst í stríðnum móti Korona, skulu trekkjast í løn, meðan onnur almenn starvsfólk, sum kunnu verja seg í egnum heimi, fáa fulla løn.
Í dag síggja vit, at tað er ymiskt, hvussu bæði sáttmálin og ískoytis Korona-avtalan verða tulkað. Hetta er sjálvsagt ikki í lagið. Avtalurnar eru greiðar og skulu haldast. Umráðandi er tí, at sjúkrarøktarfrøðingar venda sær til álitisumboðini ella beinleiðis til Felagið við ivamálum. Tað er alneyðugt, at Felagið fær kunning um verðandi arbeiðsumstøður og trupulleikar, soleiðis at loysnir kunnu finnast. Hugsast má um, at støðan er ókend fyri øll, og at tað er umráðandi, at vit standa saman og finna loysnir, soleiðis at sjúkrarøktarfrøðingar kunnu arbeiða á ein tryggan hátt í hesi truplu tíð.