Eingin ynskir arbeiðssteðg, og als ikki vit. Vit hava enn einaferð roynt at fingið ordiligar samráðingar við Fíggjarmálaráðið, men tíverri vísa tey ongan veruligan áhuga í at viðgera tey krøv, sum hava týdning fyri okkum. Hetta kunnu vit ikki góðtaka, og hava tí einki annað val enn at fara í arbeiðssteðg.
Okkara limir fáa munandi minni í løn enn aðrir starvsbólkar við somu útbúgvingarlongd og ábyrgd. Tað er eingin grundgeving fyri, hví hetta er so, annað enn at hetta er ein søguligur skeivleiki. Vit hava sum felag roynt at rættað skeivleikan í nógv ár, men svarið er altíð, at ráð ikki eru til tess.
Við fleiri hundrað milliónum í yvirskoti á fíggjarlógini, er peningur nú tøkur at rætta henda skeivleika. Tí kunnu vit ikki góðtaka, at hetta enn einaferð verður útsett.
Vit hava eina stjórn, ið fór til val uppá at vilja minka lønarmunin í samfelagnum. Nú skulu tey vísa, at tey meina tað, ið tey lovaðu.