– Nøgdsemiskanningin sum er gjørd av eldarøkinum í Norðoyggjum er eitt gott grundarlag fyri, hvussu eldraøkið í Norðoyggjum skal mennast og skipast.
Hetta sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskum Sjúkrarøktarfrøðingum. Hon frøist um, at tey í Norðoyggjum hava valt at spyrja brúkarar, avvarðandi og starvsfólk.
– Eg haldi, at vit á hendan hátt hava skapt okkum tað besta grundarlagið til at kunna taka tær røttu avgerðirnar, segði Jógvan Skorðheim við Sosialin í farnu viku.
– Áðrenn kanningin hildu vit okkum hava eina hóming av, hvat gerast skuldi, men nú sleppa vit frá at gita okkum fram, og vit vita við vissu, hvørjar broytingar skulu gerast, og hvussu hesar skulu raðfestar, segði Marna Ellingsgaard, leiðari av Norðoya Bú- og Heimatænastu við Sosialin.
Í kanningini eru brúkarar, avvarðandi og starvsfólk spurd um ymisk viðurskifti.
Ein av spurningunum er um gongdina seinastu tvey árini, tá hugsað verður um møguleikan hjá eldri at fáa virðiliga røkt, viðgerð og umsorgan.
Í øllum trimum svarbólkunum er meiri enn helmingurin, sum heldur, at gongdin er batnað ella tann sama. Tó er ein stórur partur av starvsfólkunum, sum heldur at gongdin er versnað.
– Kanning er eitt gott amboð, sum vísir hvussu tænasturnar kunnu betrast eftir, hvat fólk vilja, sigur Óluva í Gong.
Í Norðoyggjum eru kommunurnar eisini sinnaðar at seta pening av til at bøta um viðurskiftini hjá teimum eldru.
Nøgdsemiskanningin kann lesast her.