Summarið stendur fyri durðum og tað merkir, at avloysarar skulu fáast til vega fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar, so hesir fáa hildið sína summarfrítíð. Í fleiri ár hevur verið avbjóðandi at fáa nokk av summarfrítíðaravloysarum og í so máta er árið í ár einki undantak.
Um dagarnar frættist, at danska vikarstovan Powercare lýsir eftir sjúkrarøktarfrøðingum til avloysarastørv á Landssjúkrahúsinum. Í lýsingini verður bjóðað góð løn, eins og syrgt verður fyri ferðing og bústaði í Føroyum.
Felagið er væl vitandi um, at trot er á sjúkrarøktarfrøðingum í summarfrítíðini, og eisini at tað hevur verið trupult af fáa nokk av avloysarum umvegis vanligu lýsingarnar eftir summarfrítíðaravloysarum.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar undrast tó yvir, at møguligir umsøkjarar ikki mugu hava bústað í Føroyum.
Fleiri føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hava spurt seg fyri hjá Powercare um møguleikan at átaka sær hesi størv, men Powercare avvísir uttan at himprast sjúkrarøktarfrøðingar, sum kundu hugsað sær at søkt summarfrítíðarstørvini gjøgnum Powercare, tí teir eru búsitandi í Føroyum.
Her er ikki bara talan um sjúkrarøktarfrøðingar sum frammanundan er í starvi á Landssjúkrarhúsinum, men man má als ikki vera búsitandi í Føroyum.
Felagið er kunnað um, at hesi krøv koma frá føroyska Sjúkrahúsverkinum
Undrunarvert er, at Sjúkrahúsverkið setur hesar treytir til Powercare. Man vil heldur lata fremmandum sjúkrarøktarfrøðingum við aðrari mentan og øðrum tungumáli hesi frítíðarstørv, og sum sostatt gerast væl dýrari fyri Sjúkrahúsverk Føroya
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar