Fakligir áhugabólkar

Við góðkenning frá felagnum kunnu limir, sum hava sama fakliga arbeiðsøki, stovna ein fakligan áhugabólk.

Uppgávurnar hjá fakligu áhugabólkunum eru, sambært viðtøkunum:

  • At virka fyri felagsligum samanhaldi millum limir áhugabólkanna og stuðla hvør annan at fremja felags útbúgving og arbeiðsuppgávur.
  • At vera við at hjálpa limunum, so teir gerast alsamt meiri dugnaligir m.a við at halda fundir og skeið.
  • At eggja til kanningar og stuðla kanningum arbeiðsøkinum viðvíkjandi.
  • At vera við at menna heilsu- og sjúkrarøktina.