Pennurin er sterkasta svørið
– og nú er tíðin, at hvessa pennin
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Sjúkrarøktaretiska Ráðið savna saman tilfar, sum er skrivað av sjúkrarøktarfrøðingum um føroyska sjúkrarøkt. Tað er Sprotin sum ritstjórnar og gevur út í bók.
Endamálið við bókini, er at lýsa sjúkrarøktina upp á ymiskar mátar, soleiðis at føroyski borgarin fær eitt betri innlit í yrki. Okkara vón er, at bókin kann nýtast á framhaldsdeildum fólkaskúlans og á Miðnámi og soleiðis verða við til at kveikja í hugan hjá ungum fólkum, til at koma inn í hetta yrki, sum er so ótrúliga meiningarfult og hevur so stóran týdning í vælferðarsamfelagnum.
Í hesum sambandi, hava allir sjúkrarøktarfrøðingar høvi at senda okkum ein tekst. Tað kann bæði verða nýggjur tekstur, men tað kann eisini verða okkurt, sum hevur verið í almenna rúminum fyrr. Stuttsøgurnar, sum komu inn í samband við stuttsøgukappingina hjá Sjúkrarøktaretiska Ráðnum í fjør, verða við í hesum savninum.
Tekstasløgini, sum talan er um, eru yrkingar, stuttsøgur, ritroyndir[1] og hugleiðingar, sum snúgva seg um yrki og sum á ein ella annan hátt nerta við virðini í sjúkrarøktarfrøðini.
Longdin á tekstunum skal í mesta lagi vera 20.000 tekn
Evstamark fyri at lata tilfar inn, er á midnátt hin 1 oktober 2023
Skriva til etikkur@sjukrarokt.fo
NB! Viðmerkjast skal, at tað er ritstjórnin, sum avger, hvørjir tekstir koma við í bókina. Vit tilskila okkum soleiðis rætt til, ikki at taka allar tekstir við í bókina.
[1] Ritroynd er tað sama sum á donskum og enskum verður kallað “essay”. Sambært Nudansk ordbog, er eitt essay “En kort skriftlig og personlig fremstilling af et emne, ofte af en litterær, filosofisk, æstetisk elller historisk art”. Britanica lýsir eitt essay soleiðis: an analytic, interpretative, or critical literary composition usually much shorter and less systematic and formal than a dissertation or thesis and usually dealing with its subject from a limited and often personal point of view