Kvøldseta fyri kliniskar vegleiðarar verður mánadagin 19/9, kl. 17.30 – 20.30.
Hevur tú onkuntíð hugsað um:
Hvat er refleksjón og hvønn gagn ger refleksjón?
”Snarrefleksjón” – hvussu er tað gjørligt í dagliga arbeiðinum?
Hvussu kunnu vit spyrja góðar spurningar?
Á kvøldsetuni verða upplegg um refleksjón og spyrjiteknikk, umframt stuttar venjingar og kjak.
Kvøldsetan verður í Jónas Broncks gøta 25, veghædd, og undirvísari er Marin Hansen, menningarráðgevi.
Allir limir eru hjartaliga vælkomnir.