Felagið Føroyskir Sjúkrafrøðingar fegnast um, at Fíggjarmálaráðið nú ynskir at lata upp fyri samráðingum. Vit vóna tó, at talan er um veruligar samráðingar.
Higartil hevur Fíggjarmálaráðið als ikki viljað flutt seg eina krónu, og tá hevur einki verið at samráðast um. Vit vóna, at útmeldingin í morgun merkir, at støðan er broytt og gleða okkum til innbjóðing til veruligar samráðingar.
Fíggjarmálaráðið hevur rætt í, at krøvini hjá okkara felag eru óvanlig, men tað er neyðugt. Okkara limir fáa søguliga nógv minni í løn, enn aðrir bólkar við somu útbúgving og ábyrgd. Tá vanliga mannagongdin er, at vøksturin hjá øllum starvsbólkum er tann sami, so skal ein óvanligur vøkstur til, fyri, at okkara limir verða javntstillaðir við onnur.
Fíggjarmálaráðið nevnir, at politiska ynski er, at lyfta lægru lønirnar. Tí er tað óskiljandi, at Fíggjarmálaráðið als ikki vil flyta seg í samráðingunum, tí tað kann so neyvan vera eitt politiskt ynski, at søguligi skeivleikin hjá okkara starvsbólki skal standa við.
At Fíggjarmálaráðið heldur fast í, at eitt felag skal leggja karmin fyri øll hini feløgini, ger at vit ongantíð kunnu rætta søguliga skeivleikan. Undanførslur um møguligan ruðuleika, broyta ikki støðuna, at sami vøkstur merkir sami lønarmunur.
Nógv tøl vera havd á lofti í skrivinum hjá Fíggjarmálaráðnum í dag. Vit ynskja tó heldur at føra samráðingarnar yvir eitt samráðingarborð. Men mugu koma við einum hjartasuffi, tí Excel-snildir við at leggja prosentsatsir saman yvir fleiri ár, og samanbera við prísvøkstur í eitt ár, átti at verið undir tignina hjá Fíggjarmálaráðnum.