”Sjúkrarøktarfrøðingar undrast” stóð at lesa á KVF í gjár. Ja, vit undrast so sanniliga, men tíanverri ikki meira enn, vit hava gjørt seinastu 50 árini.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava í áravís víst á, at lønarásetingin í 1969, bólkaði sjúkrarøktarfrøðingar alt ov lágt á lønarstiganum. Tí hava vit barst eitt hart stríð líka síðani fyri at rætta tann skeivleikan aftur.
Tað hevur verið eitt stríð í mótbrekku, har tað hevur verið vónleyst at fáa politiska myndugleikan at lurta eftir.
Teir háløntu starvsbólkarnir, sum eisini vórðu lønarásettir í 1969, hava fingið ágóðan av síni áseting líka síðani.
Tað hevur ongantíð verið neyðugt hjá háløntum starvsbólkum at berjast fyri at fáa løn sína upp. Tey njóta ágóðan av stríðnum hjá lágløntum starvsbólkum, ið berjast fyri at fáa lønina upp.
Tað eru arbeiðarafeløgini, tey lægstløntu, sum oftast hava bart fyri at fáa hægri løn. Hetta hevur verið neyðugt fyri at kunna forsyrgja sær sjálvum og familjuni.
Nógv hørð og long stríð eru tikin, og nógv verkføll hava verið.
Tá tað so hevur eydnast arbeiðarafeløgunum at fáa nakrar krónar í lønarposan, hava tey háløntu fingið sama prosentvísa lønarvøkstur mest sum automatiskt. Tað er nemt at rokna seg fram til, hvør altíð fær mest burturúr.
Seinastu árini eru tað tey sonevndu “kvinnufakini”, ið hava sagt stopp, og miðvíst arbeitt fyri at fáa lønirnar upp.
Serliga er tað sjúkrarøktarfrøðingar og námsfrøðingar, sum hava verið í verkfalli.
Hetta stríð hevur enn ikki borið á mál. Politiski viljin er ikki til staðar at betra um støðuna, hvørki viðvíkjandi arbeiðstíðarreglum ella lønarviðuskiftum hjá sjúkrarøktarfrøðingum.
Nógv føgur orð eru søgd um tørvin á sjúkrarøktarfrøðingum. Politisk vallyfti um lønarlyft eru tíanverri eisini bara orð. Tá samgongan valdi at nøkur starvsøki skuldu fáa eitt lønarlyft, vórðu sjúkrarøktarfrøðingarnir frávaldir, og sjúkrarøktarfrøðingarnir máttu enn eina ferð staðfesta, at tað eru bara vit sjálvi, sum berjast fyri okkara løn og arbeiðstíðarreglum.
Til hesar samráðingarnar, hevur spurningurin verið háaktuellur, hvørt sjúkrarøktarfrøðingarnir sjálvir eiga at gjalda fyri at tað skal bera til at arbeiða eftir sáttmálanum og yvirhalda ásetingarnar um frítíðarskeið og løgtingslógina um hvílitíð.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er av tí greiðu fatan, at hesa útreiðslu eiga sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki.
Vit komu tó ikki á mál til hesar samráðingarnar. Tørvurin á at betra um kvøld- og náttarvaktir var alstórur, um sjúkrarøktarfrøðingar yvirhøvur skulu átaka sær hesar vaktir.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur ikki á nakran hátt góðtikið, at sjúkrarøktarfrøðingarnir eiga at gjalda fyri hetta. Tí fer felagið sjálvsagt at krevja hetta broytt til komandi samráðingar. Sjálvsagt eiga sjúkrarøktrfrøðingar ikki at gjalda fyri at framtíðartryggja føroyska heilsuøkið, ið okkum øllum tørvar. Hesar útreiðslur eigur landið og eingin annar.
Nú kunnu allir bólkar, ið hava hægri løn enn sjúkrarøktarfrøðingar, spáka inn til samráðingar og undirskriva eina semju við ágóðanum av okkara harða og drúgva dysti fyri betri løn hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Um einki broytist politiskt, so halda vit fram eins og, vit hava gjørt seinastu 50 árini. Tey lágløntu berjast fyri at fáa lønina upp, meðan tey háløntu fáa størsta vinningin uttan at røra ein fingur.
Her standa vit so í dag:
- Sjúkrarøktarfrøðingarnir sum eru so týdningamiklir, at løgmaður sjálvur fór í løgtingið at lóggeva sjúkrarøktarfrøðingar aftur til arbeiðis.
- Ein landsstýriskvinna, sum undirskrivar stórt sæð sama lógaruppskot, tá núverandi anstøða vildi lóggeva námsfrøðinganir til arbeiðis úr verkfalli.
- Løgtingslimir atkvøddu í stórum tali ímóti øllum, sum tey hava staðið fyri.
Góðu tit øll, var hetta tað tit ætlaðu?
Er hetta veruliga tað, sum tit politiskt kunna standa inn fyri?
Eg undrist. Var ætlanin veruliga at økja um lønargjønna?
Stríðið fyri lønina hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er bara byrjað, og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fer framhaldandi at berjast alt vit kunnu, til lønin kemur á tað stig, hon eigur at vera.
Politiska skipanin hevur als ikki skilt, at øllum føroyingum tørvar sjúkrarøktarfrøðingar.
Vinarliga
Óluva í Gong, Forkvinna
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar