Søga um felagið

1. januar 1949 stovnaðu sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum á fyrsta sinni deild undir Dansk Sygeplejeråd, stytt DSR. Orsøkin til hetta var, at tað var ynskiligt við meiri skipaðum arbeiðs- og lønarviðurskiftum. Hetta bar í sær, at DSR hevði samráðingarrættin fyri teir føroysku sjúkrarøktarfrøðingar. Tey fyrstu nógvu árini var arbeiðið hjá forkvinnu felagsins ólønt, og varð starvið røkt við síðuna av øðrum starvi.

Í 1976 hendi tað, at felagið fekk nevnd og fulltíðarsetta forkvinnu. Um sama mundi lat DSR, Føroya deild upp egna skrivstovu í leigaðum hølum í J. Nolsøsesgøtu 20 í Tórshavn. Limatalið var tá umleið 400. Sama árið varð eisini farið undir blaðútgávu, og fyrsta Vøka kom út.

Á vári 1980 flutti skrivstovan niðan í Gundadal, men 1. jóladag fórst alt av eldsbruna, og ein stórur partur av søguni hjá deildini fór upp í royk. Hildið varð fyribils til í Tróndargøtu 27, og í apríl 1981 lat skrivstovan upp við Svalbardsvegin.

Í 1988 varð av álvara farið undir at fáa skipa eitt sjálvstøðugt føroyskt fakfelag fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Ein samd nevnd metti tíðina vera komna at taka hetta stig. Á aðalfundinum 4. februar 1988 varð heimild givin nevndini at fyrireika stovnsetan av sjálvstøðugum føroyskum felag fyri sjúkrarøktarfrøðingar.

Fortreytin fyri samtyktini var, at tað framvegis skuldi vera neyvt samstarv millum føroyska felagið og Dansk Sygeplejeråd. So varð farið undir fyrireikingararbeiðið at gera uppskot til viðtøkur og mangt annað. Eisini skuldu lógarbroytingar til í DSR og PKA.

Tann 1. oktobur 1988 upprann umsíðir tann dagur, tá føroyskt felag fyri sjúkrarøktarfrøðingar varð stovnað. Tað fekk navnið Sjukrasystrafelag Føroya, og ábyrgdin og avgerðarætturin vóru nú á føroyskum hondum.

Fyrsta forkvinna í nýstovnaða føroyska felagnum var Jórun Joensen. Í fyrstu nevndini vóru eisini Anna Sofía Durhuus, Katrina Joensen, Mourentsa Simonsen, Ragna Skylv Reinert, Birtha Persson og Ása Mikkelsen.

Felagið fekk egið búmerki, hvonnina, og felagshúsini í Lucas Debesargøtu 14 vórðu keypt í 1991.

Í 2002 á aðalfundi varð heitið sjúkrasystir broytt til sjúkrarøktarfrøðingur, og felagið fekk heitið Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.