Súsanna Funding:
Eg eiti Súsanna Funding, og eg eri 44 ára gomul. Eg eri búsitandi í Hoyvík saman við manni mínum og okkara trimum børnum. Eg varð útlærd sum sjúkrarøktarfrøðingur í 2005. Eg var á síðsta holdi eftir gomlu útbúgvingini undan bachelorunum. Næmingafelagið royndi sítt ítarsta fyri, at vit beinanvegin kundu taka ískoytið til bachelor. Tíverri eydnaðist hetta ikki. Í 2017 fekk eg mær loksins ískoytisútbúgvingina.
Síðani eg varð útlærd, havi eg arbeitt innan ymisk øki, tó øll innan pediatriska økið. Mínar fleiri ára royndir eru frá Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, har eg starvist í dag. Havi tó eisini í styttri tíðarskeið arbeitt innan onnur øki – á føðideildini, sum sjúkrarøktarfrøðingur innan serøki, og sum heilsufrøðingur á skúlaøki. Tað er viðkomandi og mennandi at leita út um veggirnar, og fáa innlit og kunnleika frá øðrum økjum. Hetta meti eg hevur verið við til at styrkja mínar fakligu førleikar, og víðkar mín sjónarring í mínum dagliga arbeiði á Barnadeildini.
Eg stilli upp til nevndina í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Eg havið altíð verið áhugað í, hvat rørir seg í samfelagnum. Minnist væl, hvussu sáttmálatræturnar mangan gingu harðliga fyri seg. Eg var tíðliga hugtikin av, hvussu verkafólk, fakfelagsforkvinnur og menn høvdu dirvi og áræði til at standa stinn, tá ið tað leikaði hart á. Medvitið um, at rættindi eru vunnin rættindi og ikki givin rættindi, var mær tíðliga tilvitað. Og at vit standa stinnari sum limir í einum fakfelag, enn sum einstaklingar.
Kenni meg ikki sørt eyðmjúka um at stilla upp til eina nevnd, sum eftir mínum tykki, hevur útinnt eitt so ómetaliga gott arbeiði. Dirvið og áhaldnið frá forkvinnu og nevnd hevur verið framúr!
Í báðum teimum seinastu sáttmálasamráðingunum hevur leikað hart á, og í báðum førum endaði við verkfalli. Hetta hevur verið neyðugt, fyri at markera seg og fyri at vísa, at sjúkrarøktarfrøðingarnir veruliga standa við síni krøv. Og tað hevur borið frukt! Tað er ongantíð gott, at nakað endar við verkfalli, men hesin rættur er nýttur fyri at bera okkum fram á leið. Vit hava verið so afturúrsigld í mun til lønarlag, at neyðugt hevur verið at taka verkfalsrættin í brúk. Eitt so afturúrsiglt lønarlag kemur ikki í rættlag eftir bert tveimum samráðingum. Men tað kennist gott, at gongd er komin á, og spennandi verður frameftir.
Við øllum hesum í huga, so vil eg bjóða meg fram at vera ein virkin partur av okkara nevnd í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
2020 – ár sjúkrarøktarfrøðinga, so sanniliga
Eingin kundi spáa um, hvussu nógv 2020 skuldi verða ár sjúkrarøktarfrøðinga. Florence Nightingale og tað, sum hon legði lunnar undir, kom so sanniliga á breddan í farna ári. Korona hevur merkt allan heimin og eisini okkara klettar. Tað var sum, at triði veraldarbardagi var brostin á. Hesaferð var tað eitt virus, sum gjørdi herferð. Eg kalli tað ein veraldarbardaga, tí kring allan knøttin hava sjúkrarøktarfrøðingarnir staðið við frontin. Hetta hevur verið, og er framvegis, ein ófatuliga stríggin bardagi.
Tað sermerkta við hesum veraldarbardaganum í mun til undanfarnu er, at hesaferð eru tað kvinnurnar, sum í mestan mun, hava staðið við frontin. Kvinnurnar, sum ikki altíð hava havt størstu virðingina í heimssøguni. Tær hava nú sanniliga víst seg og sett seg í respekt. Vónandi fer hetta at geva eftirristingar í framtíðarhugsanum um kvinnustørv. Sanniliga eru tað ikki bara kvinnur, ið eru sjúkrarøktafrøðingar, men enn eru vit í fleirtali.
Enn er stríðið als ikki av. Í londum kring okkum, og úti í stóru verð, er stríðið harðari enn nakrantíð. Eg drýpi høvur við teimum, ið ikki hóraðu undan og hugsi nógv um tey, ið stríðast meira enn tey í veruleikanum megna. Eisini hjá okkum standa sjúkrarøktarfrøðingar við frontin. Eg kenni meg eyðmjúka um tykkara íkast til hendan bardagan, sum eisini rakar okkara samfelag!
Økt krøv til okkara sjúkrarøkt
Ongantíð hava viðgerðarmøguleikarnir og hartil sjúkrarøktin verið meira kompleks enn nú. Hetta er sjálvandi at gleðast um! Tó er eitt men! Hetta setir nógv størri krøv til okkum sjúkrarøktarfrøðingar, men verða vit fakliga ílatnir samsvarandi? Tað er í øllum førum nógv, ið bendir á, at so er ikki. Viðgerðarhættir og kompleksari sjúkrarøkt verður álagt okkum at útinna, men lítil og eingin upplæring/uppstigan fylgir við! Hetta er ikki í lagi! Gamaní eru vit sjúkrarøktarfrøðingar dugnaligir, og vit kunnu nógv, men vit kunnu ikki alt! Vit hava eisini tørv á áfylling fyri at vaksa við uppgávum, ið verður álagdar okkum at útinna! Her má ein hugburðsbroyting til!
Vit geva og geva í okkara arbeiði. Hvat verður givið okkum? Jú, vit fáa javnan viðurkenning og tøkkir frá sjúklingi og avvarðandi! Men er tað nokk!? Verða vit viðurkendir frá okkara arbeiðsgevara, okkara heilsuverki? Og hvat merkir tað at fáa viðurkenning? Mín greiða fatan er, at tað finnast fleiri hættir at geva viðurkenning. Jú, eitt herðaklapp frá einum starvsfelaga er ikki at kimsa at, og kanska skulu vit verða meira tilvitað um hetta.
Eg meini avgjørt, at tað finnast aðrir hættir at geva viðurkenning. Ein háttur er at geva fakliga áfylling! At fakligheitin kemur á breddan og hildið verður fast í hesari! At viðkomandi skeið og undirvísing verða veitt okkum! Hetta er ikki serliga frammalaga í okkara arbeiðsmentan, tíverri. Hetta er ógvuliga undrunarvert! Eg starvist á einum undirvísingarsjúkrahúsi, men havi eitt sindur trupult við at merkja hetta í mínum arbeiðsdegi! Var ikki sørt spent, tá hetta heitið kom á breddan, men sakni at merkja meira til hetta.
Hægri útbúgving
Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar hava nomið sær, og aðrir eru í fer við at nema sær hægri útbúgving. Hetta er ógvuliga gleðiligt! Í bachelorútbúgvingini, og enn meira í masterútbúgvingini, er nógv fokus á gransking. Hetta er virðismikil lærdómur, sum áhaldandi skal verða við til at menna okkara sjúkrarøkt. Tó ørkymlar tað meg, at hetta ikki fær meira rúm í okkara yrki og arbeiðslívi! Eingin viðbót er til tær í røktini, sum hava nomið sær hægri útbúgving. Hetta er er ein vandakós og kann føra til, at vit eftirútbúgva okkum burtur frá sjúklinginum og ikki til sjúklingin! Hetta er ógvuliga álvarsamt, tí vit hava brúk fyri at vit eftirútbúgva okkum til sjúklingin! Her er avgjørt nakað, sum vit sum fakfelag eiga at arbeiða við!
Tað, sum harmar meg almikið og sum undrar meg stórliga er, at tað megnararbeiði og stóra meirvitan, ið sjúkrarøktarfrøðingar hava fingið eftir eitt nú loknan bachelor ella master, bara hvørvur. Hetta kann ikki vera rætt! Hví verður ikki meira gjørt burturúr at gagnnýta hetta dýrabara tilfeingi til betran av okkara sjúkrarøkt, mannagongdum, og harvið økja um dygdina av okkara heilsuverki og tænastu? Hetta er ikki nøktandi!
Havi í fleiri umførum spurt sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava gjørt stórar og umfatandi kanningar í samband við bachelor- ella masterútbúgvingina, um nakað er blivið implementerað. Svarið eg higartil havi fingið er nei, tíverri! Rúm er ikki fyri, at hetta verður gjørt, og tí fer tað bara aftur við borðinum. Eg síggi bara alt gullið, ið floymir oman eftir ánni! Hetta er harmiligt og er illa avstaðfarið!
Eg undrist eisini yvir, hví okkara heilsuverk ella kommunur ikki satsa upp á og stuðla undir at fleiri, sum hava hug og orku, kunnu nema sær hægri útbúgving og harvið fáa granskingar og implementeringsførleikar. Síðani skal hetta geva avkast aftur til okkara heilsuverk og borgarar. Tað kundi verið í projektstørvum ella líknandi. Hetta er absolutt ein møguleiki, sum kann bera til. Her vantar bara hugburður og viljin til tess.
Tá alt kemur til alt, snýr tað seg um krónur og oyru! Tølini skulu passa á botnlinjuni! Sjálvandi skulu tey tað, men kvalitetur kostar! Hvat vilja vit hava? Hvør og hvussu skal sjúkrarøktin verða í framtíðini?
Samsýning fyri royndir
Øll kunnu ikki lesa víðari og tað er í lagi. Hetta er als ikki neiligt! Møguligar førleikaviðbøtur skulu ikki bara mátast í ECTS. Í einum góðum praksisfelagsskapi fáa vit og lata frá okkum. Eitt ógvuliga dýrabart tilfeingi eru teir sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum, í drúgva tíð, hava starvast innan somu sergrein og harvið eru sannir serfrøðingar! Hetta njóta øll gott av. Bæði sjúklingurin, borgarin og øll starvsfólk.
Vit kenna øll onkran sjúkrarøktarfrøðing, sum veit nær um alt, tí viðkomandi hevur møtt og staðið í tí mesta! Hetta er avgjørt ikki at undirmeta! Hetta eigur at verða viðurkent. Her hugsi eg um samsýning fyri áraroyndir í sergrein/um. Eingin ivi er um, at royndi sjúkrarøktarfrøðingurin er berandi bulurin á einum arbeiðsstaði. Hesin hevur eina stóra ábyrgd og vitan, sum onnur hella seg at. Hetta er gott og neyðugt, men einki forgjørt var í tí, at viðkomandi fekk eina samsýning fyri hetta! Hetta haldi eg, at vit sum fakfelag eiga at arbeiða fyri.
Sjúkrarøktarfrøðingurin
og samfelagið
Eins og onnur sakni eg mangan, at sjúkrarøktarfrøðingarnir hoyrast úti í samfelagnum. Undrist mangan, hví so man vera. Vit eru nógvir í tali, vit hava innlit og vitan um mangt í samfelags- og heilsupolitiskum høpi. Hóast tað, so hoyrast vit sjáldan. Fokus hevur verið frá felagsins síðu á júst hetta, at brynja okkum til at duga ella tora betri at stíga fram og gera viðmerkingar til samfelagsstøðuna, politiskar ætlanir v.m.
Eg var so spent at hoyra meira frá nýggjastu bachelorunum, sum fingu prógvið á sumri í 2020. Allur flokkurin skrivaði sína bachelorritgerð við evni innan eldrarøkt. Hetta eru sostatt nýggjastu kanningar av okkara eldraøki. Hevði vónað og væntað, at hetta fór at seta hol á okkurt kjak um okkara eldraøki, og at okkara kommunalu og landspolitikkarar vóru áhugað í hesum. Eingin loyna er, at krúnukrímið hevur fylt nær um alt í farna ári. Møguliga er tað orsøkin til, at vit ikki hava hoyrt so nógv til hetta. Vónandi er hetta ikki farið heilt aftur við borðinum. Tað er tað ov dýrabart til!
Okkara fakfelag eigur avgjørt at halda fram við temadøgum v.m. við fokusi á at fáa sjúkrarøktarfrøðingar at trína fram á pallin, antin á skrift ella í talu!
Fakligu áhugabólkarnir
Fakligu áhugabólkarnir hava ógvuliga stóran týdning! Vit eru nógvir sjúkrarøktarfrøðingar, ið starvast innan allar sergreinar frá vøggu til grøv, og tí spennir okkara áhugi og servitan víða. Tað er av stórum týdningi fyri fakligan íblástur og fakligan samleika, at vit hava møguleika at lima okkum inn í fakligan áhugabólk. Hesir eru ikki at undirmeta!
Havi sjálv notið gott av at verið limur í Fá5, sum er fakligur áhugabólkur fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða við børnum og ungum. Havi verið í nevndini og sitið sum forkvinna eitt tíðarskeið. Vit hava ofta lyndi til at halda, at vit í Føroyum eru so lítil, og ikki halda so nógv um okkum sjálvi. At vit eru so lítil, er ikki altíð ein vansi. Eitt nú, tá ið umræður fakligu áhugabólkarnar. Viðhvørt er tað ein fyrimunur at vera í einum lítlum samfelag.
Fígging skal til í øllum førum, eisini tá ein fakligur áhugabólkur skal rekast. Her havi eg mangan eftirlýst, at árliga upphæddin frá okkara fakfelagi verður dagførd. Hetta er neyðugt at taka upp í felagnum.
Álitisumboð
Okkara álitisumboð eru gull verd. Tey umboða okkara fakfelag millum okkum limir í okkara dagliga arbeiði. Álitisumboðini skulu tryggja okkum okkara rættindi, og at vísa á okkara skyldur samsvarandi okkara sáttmála. Hetta er ein áhugaverdur og ábyrgdarfullur postur. Mangan merkir hetta eina økta arbeiðsbyrðu í tíðarskeiðum. Her undrar tað meg, at hetta skal verða gjørt ókeypis!
Á aðalfundinum verður ársins álitisumboð valt saman við ársins sjúkrarøktarfrøðingi. Hetta er eitt gott og viðkomandi tiltak frá felagsins síðu. Á henda hátt kunnu vit limir innstilla onkran, sum vit meta, hevur uppiborið heiðurin. Hetta er gott, men meira eigur at verða gjørt. Annað fakfelag hevur fingið eina samsýning til álitisumboðið í sáttmálan. Hetta eigur okkara fakfelag eisini at arbeiða fyri.
Samanumtøka
Mangt er at tríva í, tá lýsast skal, hvat hevur áhuga, og hvat er at arbeiða við frameftir. Ikki ber til at lýsa alt, og eingin loyna er, at tað tekur tíð at fáa broytingar framdar. Men tíbetur búgva vit í einum demokratiskum samfelag, har vit sum fakfelag, hava rætt til at møta til samráðingar. Tíðirnar broytast og vit broytast við. Soleiðis er grundarlag fyri javnt og samt at stríðast fyri at bøta um sáttmála og lønarlag. Hetta kemur ikki av sær sjálvum!
Fakfelagið er ikki bara forkvinna og nevnd. Í veruleikanum eru vit allir limir okkara fakfelag. Forkvinna og nevnd umboða okkum limir, og í hesum sambandi vil eg bjóða meg fram at vera eitt umboð í okkara nevnd.
Gott val! n