Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar lýsir hervið sín stuðul til Føroya Pedagogfelag í teirra stríði fyri, at fáa betri sømdir til limir sínar.
Semja finst bert, um partarnir seta seg saman fyri at finna eina felags loysn, tí vilja vit heita á Fíggjarmálaráðið/KAF um at seta seg aftur við samráðingarborðið. Tað er har, ið loysnin eigur at finnast
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vil eisini gera vart við, at í samband við verkfalli hjá Føroya Pedagogfelag verður noktað limum felagsins at taka upp verkfalsrakt arbeiðið.
Limir í starvast á vekfalsraktum økjum skulu:
- gera tað sama arbeiðið undir verkfallinum, sum tey gjørdu undan verkfallinum
- møta upp til tær tíðir, sum galdandi vaktarskema ásetir
- átaka sær ongar nýggjar uppgávur
- átaka sær hvørki fleiri vaktir, umlagdar vaktir, meirarbeiði ella yvirtíðararbeiði.
Eru ivamál so vendi tykkum til felagið.