Í nøgdsemiskanningini millum føroyskar sjúkrarøktarfrøðingar var ein spurningur: Hvussu ofta seinastu 4 vikurnar hevur tú verið strongd/ur? Fimm svarmøguleikar vóru: ”alla tíðina”, ”ein stóran part av tíðini”, ”ein part av tíðini”, ”ein lítlan part av tíðini” og ”ongantíð”.
1,6% svaraðu ”alla tíðina” og 14,5% svaraðu ”ein stóran part av tíðini”.
Alla tíðina | Ein stóran part av tíðini | Ein part av tíðini | Ein lítlan part av tíðini | Ongantíð |
|
Hvussu ofta seinastu 4 vikurnar hevur tú verið strongd/ur? | 1,6% | 14,5% | 30,6% | 32,0% | 21,3% |
Í alt er hetta 16,1 prosent av teimum, sum svaraðu. Í kanningini verður sagt, at tilsvarandi talið í kanning millum danskar sjúkrarøktarfrøðingar er 14,6%.
Greiðasta eyðkenni fyri strongd var trupulleikin at sleppa at hvíla.
Sjálvt um strongd ofta verður nevnt í mun til arbeiðið, eru eisini keldur til strongd frá heimalívinum. Tað kann eitt nú vera hjúnarskilnaður. Aðrar keldur til strongd kunnu eisini vera í fysika arbeiðsumhvørvinum – seinast teldur og óljóð.
Sambært kanningin var ikki samband millum bakstøðisspurningarnar og strongd.
Kanningin vísir hinvegin, at samanhangur er millum sálarliga arbeiðsumhvørvið og strongd.
Serliga fimm viðurskifti í sálarliga arbeiðsumhvørvinum gjørdu seg galdandi. Tey vóru arbeiðsmongd, vitan um framtíðina, meining í arbeiðinum, mótstríðandi krøv og hóttanir og harðskapur.
Les alla kanningina her