Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Heilsuhjálparafelag Føroya skipaðu fyri pallborðsfundi um eldraøkið á Hotel Føroyum mikukvøldið 28. oktober, har borgarstjórar í samstarvsøkjunum á eldraøkinum luttóku.
Fundurin byrjaði við, at Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya ,hevði eina inngangsrøðu til íblástur.
Mary setti spurningin: Hvat er tað fyri eldrarøkt kommunurnar vilja hava og vildi hon hava at vita, hvat politisku umboðini ætla.
Mary Antonsdóttir kom eisini inn á hesi evnir: Krav um størri fakligheit, starvsfólkatrot, rættin at arbeiða fulla tíð og spurningin um, hvussu vit framtíðartryggja økið.
Teir flestu spurningar sum vóru viðgjørdir í inngangsrøðuni vóru sera viðkomandi og hoyrdist hetta aftur frá fleiri av luttakarunum við pallborðið.
Framløga um avbjóðingar á eldraøkinum
Jónvør Christiansen, AKGS sjúkrarøktarfrøðingur, hevði eina framløgu um avbjóðingar og kompleksitetin, við at vera røktarstarvsfólk á eldraøkinum. í framløguni greiddi Jónvør frá, at fleiri av eldru borgaranum, sum vóru tilknýttir eldraøkinum, vóru multisjúkir og tóku nógvan ymiskan heilivág, og høvdu tí tørv á høgum yrkisførleika.
Jónvør Christiansen endaði framløguna við tilmælunum um, at styrkja yrkisførleikan, at styrka heimatænastuna, at borgarin verður eftirspurdur og at Kommunufelagið yvirskipa savnar hagtøl og granskar í, hvussu besti heilsupolitikkin kann tilrættisleggjas í kommununum.
Pallborðfundurin
Síðani byrjaði sjálvur pallborðsfundurin, og vóru hesi evnir til kvøldið:
Rætturin at arbeiða fulla tíð.
Starvsfólkanormering.
Hvat vilja kommunurnar gera, fyri at tiltrekkja sjúkrarøktarfrøðingar og heilsuhjálparar og varðveita hesi í størvunum.
Kjakið var siðiligt og tosað var aftur og fram um avbjóðingarnar við at arbeiða fulla tíð. Nevnt var, at lógin um hvílitíð, forðaði fyri, at leggja vaktarætlan á 40 tímar viku. Ført var fram, at summi ikki vildu arbeiða fulla tíð, men samstundis var eisini viðgingið, at kanska vóru arbeiðsumstøðurnar ikki nøktandi og at starvsfólk í nógvum førum, ikki megna eina 40 tímar viku, tí arbeiðið er hart og slítandi. Onkur viðmerking var í salinum, at vit mugu ansa eftir, ikki at tosa økið niður, men heldur at gera nakað við trupulleikan.
Ójøvn fígging kring landið
Í kjakinum um normering, var ójavnt, hvussu normeringin var kring landið. Í summum kommunum, var játtað heilt fitt av peningi til starvsfólkanormering, men í øðrum kommunum, vóru tey meiria sperd fíggjarliga. Onkur við pallborðið førdi fram, at tað ikki var ein røtt loysn, at leggja eldraøkið út á kommunurnar, tí fíggjarliga avbjóðingin hjá smærru kommununum, var ov stór.
Tosað var um tyngdina í røktini, og har nevndi ein av luttakarunum, at ein tyngdarmeting eigur at verða gjørd, fyri síðan at áseta normeringina hareftir.
Eftirmetingin av eldraøkinum manglar
Nevnt var at “Løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 9. mai 2019 lógin um eldrarøkt”, ikki verður hildin í dag. Somuleiðis bleiv nevnt at eldraøkið enn ikki er eftirmett, hóast tað eru fimm ár síðan, eldraøkið varð lagt út á kommunurnar. Eftirmetingin er ein týðandi liður í, at fáa økið uppá eitt nøktandi støði, somuleiðis hevur afturberingin týdning fyri, hvussu tann einstaka kommunan megnar at rinda fyri eldraøkið.
Starvsfólkatrot
Við methøgum starvsfólkatroti, hava kommunurnar ein yvirhonds stóran trupulleika, at tiltrekkja røktarstarvsfólk. Í Tórshavnar kommunu, vísa hagtølini hjá Heilsuhjálparafelag Føroya, at tað eru væl fleiri hjálparfólk enn heilsuhjálparar í starvi. Her var semja um, at løn undir útbúgving til heilsuhjálpara hevði verið ein gongd leið, tí er tað trupult at fara í skúla, og liva fyri stuðul, ið er umleið 3.900,-, um ein hevur hús og heim at gjalda.
Manglandi yrkisføri
Fleiri kring pallborðið vóru samd um, at tað er umráðandi at yrkisføri ella fakligheitin er á høgum støði. Livialdurin hækkar alsamt og tað merkir samstundis, at jú longri fólk liva, fleiri sjúkur kunnu tey fáa. Tørvur er á fleiri sjúkrarøktarfrøðingum í eldrarøktini, tí at fleiri og fleiri torskildar uppgávur verða lagdar út til økið. Sjúklingar verða eisini útskrivaðir av Landssjúkrahúsinum nógv fyrr í dag, enn fyri nøkrum árum síðani.
Eftirspurningurin eftir heilsuhjálparum og heilsurøktarum er eisini stórur. Fyri at kunna veita eldru borgaranum ein tryggan og støðufastan gerandisdag, ið ikki er merktur av nógvari útskifting, mugu øll segl setast til, at gera tað spennandi, at søkja leysu størvini á eldraøkinum. Nógv hjálparfólk starvast á økinum og er tað alneyðugt at hesin bólkur, áhaldandi verður førleikamentur.
Arbeiðsvikan ov long
Niðurstøðan av pallborðsfundinum var tann, at allir luttakarar vóru samdir um, at nakað má gerast. Starvsfólk eiga at sleppa at arbeiða fulla tíð um tey ynskja tað, samstundis eiga øll størv at verða lýst sum fulltíðarstørv. Eisini førdu nakrir av luttakaranum fram, at arbeiðsvikan eigur at verða stytt. Eitt uppskot frá pallborðinum var, at starvsfólk fáa fulla eftirløn, hóast tey arbeiða niðursetta tíð. Eisini hildu fleiri at lønarlagið eigur at fara upp, so tað verður áhugavert at arbeiða innan økið.
Ein av luttakaranum við pallborðið vísti á týdningin við at minnast rundar starvsdagar hjá starvsfólkunum, eins og tað eisini hevur týdning fyri trivnaðin, at kommunan rindar fyri starvsfólkadagar og jólagávur til øll starvsfólkini.
Samanumtøka av pallborðfundinum
At enda tók Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar, samanum.
Hon nevndi, at vit mugu ansa eftir, hvussu vit orða okkum. Orð hava jú týdning og tað er ikki er hóskandi, at tosa um eldru borgarar, sum eina byrðu. Setningar sum, “tey ið arbeiða niðri á gólvinum”, hava nakað neiligt við sær. Ístaðin ber til at siga, starvsfólk, ið er rundanum borgaran.
Óluva vísti á, at tað er vónleyst at yvirhalda lógina um hvílitíð og ásetingar í sáttmálanum um frítíðarskeið, við einari 40 tímar viku. Fyri at yvirhalda lóg og áseting, má vikan styttast niður í 32 tímar, hjá starvsfólkum í vakttungum størvum.
Eisini slóð Óluva í Gong fast, at talið av útbúgvingarplássum, má økjast, fyri at nøkta tørvinum í samfelagnum.
Heimatænastan má styrkjast. Dentur má verða lagdur á fyribyrging, fyri at viðlíkahalda førleikar. Hetta viðførir at borgarin kann verða í egnum heimi sum longst.
Byggjast mugu fleiri røktarbústaðir, har eldru borgarir fáa ein hóskandi bústað og hava møguleika at flyta úr egnum og ofta ótíðarhóskandi stórum húsum, til ein bústað ið er betri egnaður til teirra tørv.
Óluva rundaði av, við at vísa á, at fíggingin og lógin á eldraøkinum, mugu endurskoðast. Vandin fyri at fáa A og B borgarar er stórur, sum fíggingin av eldraøkinum er skrúvað saman í løtuni og sostatt hava kommunurnar ymiskar fíggjarligar førleikar.