Limafundir kring landið
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fer nú undir eina limafundarrøð kring landið. Fundirnir verða skipaðir ymiskt frá stað til stað og hava ymiskar yvirskriftir. Felags fyri allar fundirnar verður tó at varpa ljós á, at strongd er skjótt vaksandi hjá starvsfólkum innan heilsuverkið, og at strongd skal takast í álvara.
Fyrsti og annar fundur er skipaður sum fyrilestur. Triði fundur er skipaður sum verkstova.
Fyrsti fundur verður í Klaksvík 18. oktober, kl 19.00. Staðsetingin er í kjallaranum í Sambýlinum á Heygum. Heitið á fyrilestrinum er “Vend strongd til tína styrki”
Annar fundur verður á Ellis og røktarheiminum í Runavík 2. november, kl 19.00. Heitið á fyrilestrinum er, “Halt fast í tíni styrki”
Triði fundur verður í Havn í hølinum hjá Starvsmannafelagnum J. H. Schrøtersgøta 9 28. november, kl 19.00 Heitið er, ” At navigera í kaos”
Tað er Mona Maria úr Fugloy sum kemur at halda fyrilestrarnar og skipa fyri verkstovuni.
Mona Maria er sjúkrarøktarfrøðingur og NLP heildar coach. Mona Maria hevur sjálv kent á egnan kropp, hvussu meint strongd kann raka. Hetta fer hon at greiða frá, eins og hon eisini greiðir frá hennara ferð frá strongd til styrki.
Fyrilestrarnir og verkstovan eru ókeypis fyri limirnar í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Á heimasíðuni, sjukrarokt.fo, ber til at lesa eina lýsing av, hvat fyrilestrarnar og verkstovan fara at snúgva seg um. Hesar lýsingar liggja viðheftar undir yvirskriftini, ”Komandi tiltak”, teir dagar tiltøkini eru.
Tilmelding er ikki neyðug, og fólk eru vælkomin til at luttaka til allir tríggir fundirnar.