Fakfeløg hava bert eitt amboð, tá ósemja stingur seg upp til lønarsamráðingar, og tað er verkfall.
Tá løgtingið síðsta hóskvøld 2. november tók hetta amboð frá okkum, var tað eitt ógvusligt
stríðsstig, eitt umfatandi álop á sjálvan verkfalsrættin.
Men hetta gjørdi eisini, at vit, sum felag, hava mist allar møguleikar at stýra ósemjuni og hevur
styrkt samráðingarstøðuna hjá Fíggjarmálaráðnum.
Tað er nú arbeiðsgevarin, ið avgerð, hvør skal til arbeiðis, og hvør ikki skal til arbeiðis.
Kærurætturin er eitt eiti, tí, hvat nyttar at fáa svar dagin eftir um, at onkur var til arbeiðis av órøttum
dagin fyri.
Avleiðingin av hesum er, at verkfallið verður longt nógv meira enn neyðugt.
Sum løgmaður eisini segði á Tingsins røðarapalli, eigur ein tílík skerjan av verksfalsrættinum
sjálvandi at kosta,
Men hóast hetta, so var tónin og tilboðið tað sama frá Fíggjarmálaráðnum, tá vit aftur hittust, og vit
fingu enn einaferð eitt semingsuppskot, ið tók støði í uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur ongan áhuga í at leingja hetta verkfallið óneyðugt,
ongan áhuga í, at bíðilistarnir gerast óyvirskoðiligir og ongan áhuga í, at alt Sjúkrahúsverkið er um
at kódna.
Vit kunnu tó heldur ikki liva við, at Fíggjarmálaráðið máar støðið undan Sjúkrahúsverkinum, og
brúkar Løgtingið sum jarnbrot.
Tí liggur bólturin nú hjá Ruth Vang og lønardeildini. Okkara vón er, at tey taka ábyrgd av støðuni, ið
tey hava sett Sjúkrahúsverkið í.
Fíggjarmálaráðið og Løgtingið halda ivaleyst, at tey, við hesum, hava bukað 800
sjúkrarøktarfrøðingar upp á pláss,
Men tey skulu vita, at sjúkrarøktarfrøðingar ikki eru so lættir at syfta. Okkara áræði og okkara
stríðsvilji er sterkari enn so. Tí standa vit, lið við lið, líka stinnar sum altíð.
Vit í nevndini eru errin av at umboða tykkum.
Óluva í Gong, forkvinna