Enn eitt nevndarval stendur fyri durum, og aftaná at hava hugsað tað gjølla og væl ígjøgnum, tykist tað mær meira at vera eitt sjálvandi enn eitt ja, kanska burdi eg stilla upp aftur.
Hettar fyrsta nevndarvirksemisskeiðið er farið aftur um bak, og tað hevur gingið sera skjótt. Eg var spent at byrja hettar nýggja kapitullið i mínum lívi, og visti eg ikki nógv um hesa verð, men nú 4 ár eru runnin, eri eg vorðin væl klókari innan fakfelagsarbeiði og tann spennandi heimin, ið liggur her implisit.
Fakpolitikkurin er spennandi, hann gevur eitt sera gott innlit í fleiri arbeiðsviðurskifti, samstundis sum hann eisini er við til at menna okkara virksemi innan okkara øki.
Í hesum 4 árunum hava vit verið sum nevnd ígjøgnum 2 lønarsamráðingar, sum hava leikað hart á. Vit hava staðið stinnar, hava kempað við øllum sum vit eiga. Í báðum førum endaði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar úti í umfatandi verkfalli. Hóast aldurnar vóru høgar millum partarnar, og sjálvt um tað sá ivasamt út til tíðir, reistust vit hvørja ferð upp aftur, bustaðu moldina av okkum og kempaðu víðari. Hendan nevndin saman við forkvinnuni er sera sterk og viljaføst, og eg havi verið sera errin av at vera ein partur av henni, líkasum eg vóni at kunna halda fram við at vera ein partur av nevndini og tí arbeiðinum, sum liggur fyri framman.
Eg velji at stilla upp aftur til nevndarval tann 20/3-21 fyri tey næstu 4 árini. Eg byrjaði mítt nevndararbeiði við einum ynski at arbeiða miðvíst fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum, og hetta arbeiði er tað, eg brenni fyri at halda fram við. Um eg skal nevna nakað heilt ítøkiligt, so er tað at fáa førleikarnar aftur inn á okkara eldraøki. Tað er ørkymlandi at skula vera vitni til, at fleiri og fleiri av okkara gomlu koma inn á skaðamóttøkuna í dag og hava sár o.a., sum vit høvdu útruddað fyri 10 árum síðani. Vit mugu gera okkara besta og broyta hesa neiligu gongdina.
CNO (Chief Nursing Officer)
Eitt annað, sum stendur mær nær, er at fáa sjúkrarøktarfrøðingar inn á tey hægru leiðslustørvini í Føroyum, eitt nú innan t.d. Heilsumálaráðið. Aðrastaðni í heiminum sita sjúkrarøktarfrøðingar við høvuðsborðið og ráðleggja, hvussu heilsu- og almannamál skulu stjórnast. Hvør veit betur um hesi viðurskifti enn ein sjúkrarøktarfrøðingur?
Tá vit hugsa um, at sjúkrarøktarfrøðingar telja helvtina av arbeiðsmegini í heilsuverkunum globalt, er tað nærliggjandi at hugsa, at tá avgerðir verða tiknar politiskt, eiga okkara røddir at verða hoyrdar. Ein loysn kundi verið tann nýggja CNO-strategiin (Chief Nursing Officer) – herí liggur strategiin um, at sjúkrarøktarfrøðingar ráðgeva landspolitikkarum í politiskari heilsustrategi. Norðurlond eru so smátt við at fáa hesa visjónina implementeraða. (https://dsr.dk/politik-og-nyheder/nyhed/sygeplejersker-raadgiver-regeringer-om-holdbare-loesninger) – og sjálvandi er hetta nakað, vit sum eitt framkomið samfelag við vælútbúnum sjúkrarøktarfrøðingum, eiga at hava. Hettar er ár Sjúkrarøktarfrøðinga og vit hava eina sterka rødd, tíðin er búgvin og røtt nú. Um ikki nú, nær so? Málið er yvirskipað Heilsa fyri øll.
Tað er sera týdningarmikið og umráðandi at sjúkrarøktarfrøðingar eru við har, sum avgerðir verða tiknar – vit skulu halda fram við at arbeiða miðvíst ímóti tí visjón, at okkara landspolitikarar fara at síggja tað rætta í at gera stórar íløgur í júst sjúkrarøktarfrøðingar, og harvið venda eina neiliga gongd í framtíðini til eina bjarta jaliga framtíð, har vit fara at gera okkara til at minka um deyðiligheit, útoyða decubitus, minka um sjúkrafráveru hjá sjúkrarøktarfrøðingum og harvið fáa størri avkast av okkara arbeiðsmegi.
Tað skal eingin loyna vera, at hava vit eina ordiliga normering á okkara heilsuverki, hava vit eisini sera høgar førleikar í okkara vælútbúnu sjúkrarøktarfrøðingum, og hava vit sjúkrarøktarfrøðingar, ið trívast og mennast, ja so fylgir alt tað progressiva við. Tað er tann vegin, vit skulu.
Løn
Eitt, ið upptekur okkum sjúkrarøktarfrøðingar, er løn.
Tey 4 árini, eg havi sitið í nevndini, er lønin hækkað. Til seinastu samráðingar fekk Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hækkað grundlønina so mikið, at ein sjúkrarøktarfrøðingur í 2022 á 2. lønarstigi fær hægri grundløn enn sjúkrarøktarfrøðingar fingu á endastigi í 2016.
Enn er tó ikki komið á mál. Lønin má fylgja ábyrgdini, ið sjúkrarøktarfrøðingarnir hava. Eg vil framhaldandi arbeiða miðvíst fyri at bøta um lønarviðurskiftini hjá sjúkrarøktarfrøðingum.
Stytt arbeiðsvika
Arbeiðsvikan er í útgangsstøðinum ov long. Okkara arbeiði er tungt og belastandi, sum viðførir, at vit alt ov ofta síggja arbeiðsfelagar bukka undir fyri strongd, blíva sjúkrameldaðar, og um tey klára at koma aftur á arbeiðsmarknaðin, má tað verða í niðursettari starvstíð.
Skal trivnaður vera á arbeiðsplássinum, má og skal arbeiðsvikan styttast.
Hetta hevði eisini viðført, at sjúkrarøktarfrøðingar verða longri á arbeiðsmarknaðinum, serliga í eini tíð, tá so stórur mangul er uppá sjúkrarøktarfrøðingar.
Gott val og takk fyri!