Álitisumboðsval stendur fyri durum, og hevur tú hug at gera tína ávirkan og økja um tína vitan innan fakfelagsarbeiði, er møguleiki til tað nú.
Álitisumboð fáa høvi at læra um álitisumboðsvirksemi, sáttmálan, lógir, sáttmálasamráðingar v.m.. Við øktari vitan økist eisini áhugin fyri arbeiðinum.
Álitisumboðið er knýtt at ávísum arbeiðsplássi og hevur beinleiðis samband við Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar. Harumframt hava álitisumboðini samstarv sínámillum og hava møguleika at samstarva við álitisumboð innan aðrar yrkisbólkar.
Tað er sera umráðandi fyri samstarvið millum limirnar og nevnd/fyrisiting felagsins, at álitisumboð eru á so nógvum arbeiðsplássum sum gjørligt.
Útfyll tí uppstillingarseðilin Uppstillingarskjal.doc
Til gangs fyri teg sjálva og tínar starvsfelagar.
Uppstillingarlistin skal verða felagnum í hendi seinast 14. oktober 2020