Ert tú ein eldhugaður og samstarvssinnaður sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað kanska júst tær vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelagið.
Heimatænastan í Vágum er skipað interkommunalt. Tað eru umleið 150 fólk, sum fáa tænastu frá Heimatænastuni. Talan er um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar yvir 75 ár. Harumframt eru 37 búð-, endurvenjingar- og umlættingarpláss á Heiminum á Sýnini.
Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst.
Søkt verður eftir:
– Sjúkrarøktarfrøðingi í føstum starvi til Uppistovu á starvsbrøk 1,0 í skiftandi vaktum at byrja 1.mars 2020 ella eftir nærri avtalu
– Sjúkrarøktarfrøðingi í føstum starvi til Miðstovu á starvsbrøk 1,0 í skiftandi vaktum at byrja 1.mars 2020 ella eftir nærri avtalu
– Heimasjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøk 0,7 í skiftandi vaktum at byrja 1.mars 2020 ella eftir nærri avtalu
– Sjúkrarøktarfrøðingi til Umlættingar og Endurvenjingardeildina á starvsbrøk 0,7, at byrja 1.mars 2020 ella eftir nærri avtalu
Førleikakrøv:
– Útbúgving, prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
– Kann verða fyrimunur at hava starvsroyndir innan økið
Vit vænta at tú:
– Hevur áhugað í at arbeiða samsvarandi okkara málum
– Er miðvís/ur og skipað/ur í tilgondini til arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur
– Kann arbeiða sjálvstøðugt í virðiligum samstarvi við aðrar fakbólkar, samstarvsfelagar og avvarðandi
– Er reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar
– At tú hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhuga í at menna teg sjálva/n og aðrar starvsfólkabólkar bæði við samstarvi og undirvísing
– Tú er áhuga/ur og sinnað/ur at arbeiða í tøttum samstarvið og toymum
– Tú kennir viðkomandi lógir á økinum, faklig krøv og mannagongdir
– Tú hevur telduførleikar á brúkarastøði og evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum – Við jalilgum hugburði gevur títt íkast til ta broytingartilgongd, sum Heimatænastan í løtuni er í
Vit bjóða tær:
Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum.
– Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag – Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
– Møguleikan at fáa ávirkan á menning og tænastur vit veita
– Góða innleiðslu
Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Jóngerð M. Nielsen, leiðara, tlf. 793201 ella við telduposti til jongerd@htv.fo
Setanarviðurskifti:
Størvini verða sett frá 1. mars 2020 ella skjótast tilber og lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til: htv@htv.fo Viðmerkið: “sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna í Vágum
Umsóknarfreistin er 3. februar 2020 kl.12.00