Í skjótt fimm vikur hava føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar verið í verkfalli. Ikki tí at tað er nøkur ynskistøða, men tí at vit ikki høvdu annað val.
Sjúkrahúsverkini í grannalondunum eru fyri hóttafalli orsaka av mangli á sjúkrarøktarfrøðingum, og eisini í Føroyum er mangulin eyðsýndur og vaksandi.
Í síðstu viku rópti ein ungur yvirlækni varskó um tað vandaleið, ið Fíggjarmálaráðið gongur. Hann bað okkum læra av teimum mistøkum, ið man hevur gjørt í grannalondunum, har hann sjálvur hevur upplivað mangulin av sjúkrarøktarfrøðingum.
Hesar fimm vikurnar, ið vit hava verið í verkfalli, hevur Fíggjarmálaráðið als ikki tikið ábyrgd og latið alt sjúkrahúsverkið dúvað uppá okkara undantøk, vitandi at vit, sum vant, taka ábyrgd.
Við 40 deildum í verkfalli, er trýstið stórt, og rúgvan av útsettum viðgerðum gerst størri fyri hvønn dag.
Nú má ábyrgdarloysið steðga. Vit hava tí boðað Sjúkrahúsverkinum frá, at frá hósdegnum 2. november kl. 16 verða undantøkini á seingjardeildum, skurðdeildum og ambulatorium ikki givin.
Okkara vón er, at hetta fær landsstýriskvinnuna at skilja álvaran og velja semju. Tí nógv stendur uppá spæl. Hetta er eitt stríð um haldførið í øllum heilsuverkinum.
Landsstýriskvinnan hevur eitt uppskot til semju liggjandi á sínum borði, eitt uppskot, har vit, sum felag, hava flutt okkum so langt, sum vit kunnu. Tað krevur bert hennara undirskrift, so er verkfallið av.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur síðan apríl roynt at samráðst við Fíggjarmálaráðið og roynt at finna loysnir. Men frá fyrsta degi hevur Fíggjarmálaráðið ongan vilja víst at finna semju.
Hetta kunnu vit sum felag ikki liva við, og tað eigur einki fakfelag at gera.
Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hava í tveimum umførum verið í drúgvum verkføllum fyri at lyfta lønarlagið hjá okkara bólki, ið altíð hevur verið ov lágt løntur.
Í hesum døgum fyrireikar Fróðskaparsetrið seg til vetrarupptøkuna á sjúkrarøktarfrøði. Latið okkum senda eitt signal til hesi ungu fólk, ið enn velja sjúkrarøkt, at í Føroyum virða vit sjúkrarøktina.