Óluva hevur verið álitisfólk í fleiri ár.
Fyrst umboðandi sítt arbeiðsøki og nú eisini sum felagsálitisfólk
fyri Landssjúkrahúsið. Óluva er altíð væl fyrireikað.
Fær hon ein fyrispurning frá starvsfeløgum, kannar hon málið
og svarar ikki, fyrr enn hon hevur greitt svar út frá sáttmálanum
ella siðvenju. Óluva ger eitt stórt arbeiði og er álitisvekjandi og siðilig
sum persónur, eisini tá ið hon stendur við sítt, har hon veit,
at hon hevur rætt. Hon er semjusøkjandi, og tí eisini ein fyrimynd.
Óluva eigur at fáa eitt herðaklapp fyri hetta.