Temadagurin varð til í samstarvi millum SER og allar áhugabólkarnar hjá FFS.
Seint á sumri í 2020 bjóðaði Sjúkrarøktaretiska Ráðið øllum áhugabólkunum til fund. Endamálið var at seta í gongd eitt hugarák um samstarv og um, hvussu vit best kunnu stuðla hvørjum øðrum í at røkka teimum málum, vit sum ráð og nevndir eru sett at virka fyri. Úr hesum fundi spratt hugskotið um at fyriskipa ein temadag um sjúkrarøktaretiska refleksjón. Avgjørt varð at bjóða filosoffinum Jacob Birkler at vera fyrilestrarhaldara fyrrapart, og síðan skuldu luttakararnir sjálvir arbeiða við etiskum tvístøðum seinnapartin
Upprunaliga var ætlanin at halda temadagin hin 10. desember 2020. Tíverri mátti bæði hesin og fleiri aðrir dagføringar avlýsast vegna korona. At enda eydnaðist tað – temadagurin varð hildin hin 26. oktober 2021.
Framløgan hjá Jacob Birkler er her.