Rundferð í sambandi við 30 ára hald – juni 2023
Í juni 2023 skipaði Sjúkrarøktaretiska Ráðið fyri eini lítlari rundferð og vitjaði í tí sambandi á Tvøroyri, í Klaksvík og í Havn. Endamálið var at fáa eitt beinleiðis samskifti við limir og varpa ljós á, hvussu ráðið kann brúka sína orku og sítt virksemi á bestan hátt.
Orsøkin til rundferðina var, at í øll tey 30 árini, sum ráðið tá hevði á baki, hava skiftandi ráð viðhvørt ivast í, hvussu limirnir uppliva, at ráðið virkar – og hvat tey meta vera týdningarmikið, at ráðsorka verður brúkt til. Vit vildu tí hitta limirnar og práta um hetta.
Við á ferðini var eisini Súsanna Olsen, sum helt ein fyrilestur við heitinum “Yrki, aldurisma og storytelling”. Eftir fyrilesturin fingu luttakararnir høvi at kjakast um evnið, og síðan settu vit teimum, ið møttu, hesar spurningar til dialog:
-
Er neyðugt at hava eitt Sjúkrarøktaretiskt Ráð? Grundgev fyri svarinum.
-
Hvørjar væntanir hava tit til eitt SER?
-
Hvat halda tit, at SER skal gera meira av?
-
Er okkurt, tit halda, at SER skal gera minni av?
Tilsamans 15 fólk møttu upp til tey trý tiltøkini. Vit fegnast um hvønn einstakan, sum tók sær tíð at luttaka, og vilja takka hjartaliga fyri. Eldhugin hjá teimum, sum møttu, var eyðsýndur.
Refleksjón um orkunýtslu og virði
Um ein hugsar í her-og-nú cost-benefit-termum, kann tað tykjast, sum at ov nógv er brúkt av orku, tíð, fígging og arbeiðsmegi fyri at røkka einum lítlum bólki. Men vit velja heldur at síggja rundferðina úr einum longri tíðarperspektivi.
Vit síggja rundferðina sum ein týðandi liður í at vísa limunum, at ráðið er nærverandi og áhugað. Hon var eisini ein liður í at byggja upp eitt ethos rundan um ráðið – eitt ráð, ið man kann líta á, og sum roynir at vera til staðar, eisini uttanfyri Havnina. Tað er ein háttur at byggja karakter og trúvirði.
Hvat søgdu limirnir?
Við støði í notum frá tiltøkunum hava vit savnað afturmeldingar og hugskot frá limunum í hesi yvirskipaðu evni:
Verða ein almenn rødd
-
Fanga og reagera upp á samfelagsrøk
-
Luttaka í samfelagskjakinum
-
Miðla og varpa ljós á etiskar søgur og støður
Verða uppsøkjandi
-
Vitja arbeiðspláss
-
Fáa reflektiónsfora inn á øll arbeiðspláss
-
Skipa undirvísing um etiskar støður og etiskt hegni
Ráðgeving
-
Hava opna telefonráðgeving, har sjúkrarøktarfrøðingar altíð kunnu venda sær
-
Leggja etiskar støður út á Facebook og heimasíðu, so fólk kunnu venja seg við at greina og viðgera etiskar spurningar
Limirnir kunnu eisini
-
Samskifta meira við ráðið, t.d. við at senda inn hugskot til evni og viðurskifti at taka upp
Ymiskt varð eisini nevnt á einstøku fundunum
Í øllum trimum býunum varð tosað um, at limir saknaðu, at sjúkrarøktaretiska yrkið er meiri sjónligt í almenna rúminum. Í Klaksvík varð t.d. skotið upp, at SER kundi verða skipað øðrvísi, t.d. við at verða integrerað í dagliga arbeiðið hjá FFS. Eitt uppskot var at seta eitt starvsfólk, ið hevur tað fakliga sum høvuðsøki og kundi stuðla ráðnum, ið í dag arbeiðir ólønt og í frítíðini.
Líknandi sjónarmið komu fram í Suðuroy – m.a. um tørvin á fakligari styrking og sjónligari yrkisetiskum kjaki í almenna rúminum.