Við íblástri frá skipanini  við álitisumboðum, settu Ráðið sær  fyri, at royna at menna eitt netverk av etikk-kveikjarum við tí endamálið, at  skapa karmar fyri, at tryggja skipaða refleksjón á øllum arbeiðsplássum, har sjúkrarøktarfrøðingar starvast.

Nærri frágreiðin er at finna í faldaranum Etikk-kveikjaranet  Enn er rúm fyri nógvum afturat. Skriva til etikkur@sjukrarokt.fo fyri nærri kunning um tilmelding

Soleiðis gjørdu vit:

Samstarv við Fá6

Av tí at leiðararnir eru ein ógvuliga týðandi súla undir einum slíkum neti, og tí at hugskotið bara kann bera frukt, um leiðslan tekur undir við tí, avgjørdu vit at fara í samstarv við Fá6, sum er áhugabólkurin fyri leiðarar undir Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.  Av tí at vit longu høvdu eina avtalu við Dorthe Birkmose um at hava temadag í september, avgjørdu vit at hava eina verkstovu fyri leiðarar hin 9 september.

Endamálið var at leggja fram uppskotið um etikk-kveikjarar. Fyrrapartin helt Dorthe Birkmose fyrilesturin „Løsninger, der gør forråelse unødvendig“, og seinnapartin brúktu vit til at arbeiða víðari við sjálvum uppskotinum og kjakast um møguligar leiðir fram.

Hví etikk-kveikjarar júst nú?

Tað eru fleiri orsøkir til, at hugskotið júst nú hevur vunnið frama:

  1. ØKTUR EFTIRSPURNINGUR EFTIR AT FÁA SER ÚT Á EINDIRNAR

Fleiri fyrispurningar hava verið seinasta árið, um at fáa SER út á tey ymisku arbeiðisplássini, til at hjálpa til við etiskum refleksjónum ella bara at leggja fólki lag á. Avmarka menniskjaligt tilfeingi ger, at tað ikki ber okkum til. Arbeiði í SER er sjálvboðið og allir limir hava fult arbeiði við síðuna av.

  1. ØKT JÁTTAN

Tað, at játtanin varð økt til 80.000 kr pr. 1 januar 2024 ger, at vit hava eitt nógv størri fíggjarligt rásarúm, sum vit fegin vilja kemur limunum til góðar.

Hesar báðar fortreytir vóru spírin til hugskotið. Harafturat kemur, at refleksjónsrúmið hevur trong kor í dagsins samfelag, samstundis sum at tað er ein so grundleggjandi súla undir okkara yrkismenning.

Omanfyri 40 leiðarar luttóku í verkstovuni og hesir tóku væl undir við uppskotinum. Nógvir ymiskir snøklar og nærri nágreiningar skulu gerast fyri hvørt arbeiðisplássi sær, sum jú øll hava ymiskar fortreytir, bæði av skipanarligum og øðum slagi. Hetta er ein byrjan, og vit menna í felag.

SER takkar Fá6 fyri gott samstarv.

Fyrsta verkstovan við etikk- kveikjarum

Fyrsta verkstovan við etikk-kveikjarum saman við leiðarum, var fyrrapartin hin 13 november. Umleið 60 fólk luttóku úr øllum landinum og tað var so sera hugaligt at merkja, hvussu eldhugað og virkisfýsin hesi fólkini eru.

Fyrst á skrá var frágreiðing um uppskotið og síðan hevði Marja Lund Gjógvará eina framløga um refleksjón. Hon tók støði í ástøði um “Tey Trý H´ini” , sum er ein eitt sindur simplari tilgongd, enn refleksjónsfaldarin hjá Sjúkrarøktaretiska Ráðnum, sum er meira umfatandi. Í eini skjótari vending, eru tey trý H´ini lættari at fara til. Skal man í dýpdina við etikkini, er Refleksónsfaldarin tó hin betri. Har afturat gjøgnumgekk Marja refleksjónsfrymilin hjá Graham Gibbs.

Ætlandi verða verkstovur 3 – 4 ferðir árliga