Búmerkið

Tað var í 2020, at SER avgjørdi at fáa sær sítt egna búmerkið og heitti á Hannis Egholm, um at sniðgeva eitt slíkt. Ynski var, at búmerkið skuldi ímynda ein part av Hvonnini, sum súmbol uppá, at SER er partur av Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, samstundis sum tað hevði sín egna súmbolikk, tongt at uppgávuni hjá SER.

Teksturin, sum varð skrivaður til aðalfundin í 2021, og sum Katrin Andersen las upp fyri limunum er hesin:

“Eins og hjá Sjúkrarøktarfrøðingafelag Føroya er hvonnin vald sum búmerkið hjá Sjúkrarøktaretiska Ráðnum, tó í øðrvísi formi og sniði. Hvonnin er ein 120-130 cm høg planta, sum veksur náttúrliga nær við sjóvarmálan. Stelkurin á Hvonnini er gulgrønur, við grønligum bløðum og blomstrini gerast ráhvít, tá tey blóma. Hvonnin eitur á latíni: “Angelica Archangelica” og merkir erkieingil.
Søguliga hevur hvonnin verði brúkt sum heilivágur ímóti pestini, landfarsótt og øðrum smittandi sjúkum. Eisini vóru leggirnir og blaðstelkarnir nýttir sum leskiligt grønmeti fyrrapart á sumri. Hvonnin kann síggjast sum ímyndin av sjúkrarøktarfakliga arbeiðinum, har kjarnuuppgávan er at veita tí sjúka umsorgan og røkt, bæði áðrenn, undir og eftir viðgerð av sjúku.
Sjúkrarøktaretiska Ráðið hevur til uppgávu:
  • At varðveita og menna etiska støðið hjá sjúkrarøktarfrøðingum og lesandi
  • At vegleiða um etisk ivamál, sum limir og/ella nevnd felagsins leggja fyri ráðið.
Sjúkrarøktaryrkið er samansett og tí uppstanda etiskar tvístøður, har neyðugt er at taka skjótar og torførar avgerðir. Eftirfylgjandi er gott og neyðugt at taka hesar støður upp til reflektión og kjak, fyri at vit kunnu læra av teimum og styrkja okkara førleikar til at taka etiskt grundaðar avgerðir.
Okkara búmerki ímyndar eina hvonn, sum er tvíbýtt. Báðar greinarnar bera fleiri blómur, sum ímynda tær tvístøður ella spurningar, sum Sjúkrarøktaetiska ráðið fer í dýpdina við.
Etikkur snýr seg um, hvussu man fer við øðrum. Tað er ikki altíð eyðsæð, hvat er best og rættast at gera í eini ávísari støðu. Etiskar tvístøður mugu ofta greinast, áðrenn tað verður týðiligt hvørji atlitini eru, sum sjúkrarøktafrøðingurin skal velja ímillum. Men hóast tað verður týðiligari, er ikki vist at tað verður so nógv lættari at avgera, hvørji atlit skulu viga tyngst. Ein vektskál verður ofta nýtt sum symbol fyri tað at viga fyri og í móti. Tvíbýtta Hvonnin er ímyndin av hesi vektskál. Ringurin rundan um ímyndar blómuna, sum er liðugt búnað og kann bera boð um, at vegleiðingin av eini tvístøðu er liðug.
Grønu litirnir sigast hava lekjandi virknað og ímynda her heilsu- og sjúkrarøkt. Tað at fáa møguleika fyri at reflektera um og fáa ráðgeving í samband við etiskar tvístøður, er við til at styrkja og varðveita etisku førleikarnar hjá sjúkrarøktafrøðinginum, soleiðis at hon betri kann veita eina dygdargóða og etiskt grundaða sjúkrarøkt. Grønt sigst eisini standa fyri náttúru og vøkstur, og umboðar eisini menningina í sjúkrarøktaryrkinum, sum kemur av, at skipað reflektión og etikkgrundað argumentatión eru partar av etiskum støðum og tvístøðum”