Ein fyrilestur um dannilsi, etikk, sóma, sjálvsfatan – og kærleika
Hin 27 oktober skipaðu vit fyri einum fyrilestri í Løkshøll við Katrine Lilleør, sum er sóknarprestur í Sankt Pauls kirkju í Keypmannahavn Hon hevur skrivað fleiri bestseljarar og er bókaaktuell komandi ár við eini lestrarbók til allar sunnudagar í kirkjuárinum – við íblástri frá føroysku siðvenjuni við lestrarbókum. Hon er kend fyri sínar greiðu og kerligu meiningar í almenna orðaskiftinum og hevur í meira enn 20 ár havt fastan teig í Berlingske Tidende.
Fyrilesturin setti spurnartekin við, hvat dannilsi merkir í okkara tíð, og hvussu vit kunnu læra at duga betri at møta hvørjum øðrum við virðing, sóma og næstakærleika. Í hesum áhugaverda fyrilestri gav Katrine Lilleør eitt boð uppá, hvussu etikkur, sjálvsfatan og kærleiki hanga saman – og hvussu tey kunnu vegleiða okkum, bæði í persónliga lívinum og í samfelagnum annars.
At greiðu meiningar hennara kunnu provokera, sóu vit eisini dømi um hetta kvøldið, ta hon kom inn á bæði fosturtøku og virkna deyðshjálp. Tað er ymiskt, hvussu fólk hava hoyrt tað hon segði og tíverri gjørdi ongin okkara ein samandrátt aftaná. Men Trúboðin hevði ein blogg stutt eftir sum leinkjan vísir til, eftir Tummas Kannuberg og sum hann kallaði Hugleiðing eftir fyrilestur hjá Kathrine Lilleør in 27 oktobur.

