Hin 8. september skipaðu Sjúkrarøktaretiska Ráðið, Etiska Ráðið og Siðsemisnevndini hjá Felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar fyri ráðstevnu um raðfestingar í almennum heilsutilboðum.
Ráðstevnan var ætlað at vera eitt fyrsta stig á leiðini til eitt alment orðaskiftið um raðfestingar í heilsutilboðum, sum jú er eitt stórt og komplekst økið og evnið tilsvarandi stórt og komplekst.
Allir framløguhaldarir gjørdu greitt, at økið er undir vaksandi trýsti í og við, at tilfeingið er avmarkað og skipanirnar ikki kunnu ganga øllum ynskjum á møti. Tí er neyðugt at raðfesta. Tað er sum so onki nýtt í tí, tað hava vit vita í áratíggju – ella kanska altíð. Tað sum fleiri tó eisini varpaðu ljós á, sum tíverri ofta ikki kemur í ljósmálan, eru etisku tvístøðurnar sum standast av at noyðast at velja. Hesar koma í, tí ymisk virðir koma í stríð við hvørt annað, og hvat velur man tá? Tað er netupp kjarnin í raðfestingartrupulleikanum. Spurningurin um, hvussu vit raðfesta, er tó alt ov stórur at seta. Tí hvat meina vit við? Politikkarar? Sjúkrarøktarfrøðingar? Stjórar? Deildarleiðarar? Og meina vit við, hvussu tað fer fram ella hvussu tað EIGUR at fara fram? Og hvør hevur yvirblikk yvir tað? Hvat merkir tað yvirhøvur at raðfesta? Tá okkurt økið ella heilsutilboð er raðfest, merkir tað so, at eyka tilfeingið er sett til ella merkir tað, at tikið verður frá einum øki til eitt annað? Og hvussu síggi eg sum borgari, um tað er eitt ella hitt?
Sjálv fekk eg høvi at fordjúpa meg í evni í samband við masterlesnaðin í Sosialvísindum fyri nøkrum árum síðan. Meg minnist enn, hvussu frustrerandi tað var at lesa um, tí so nógv ymisk hugtøk, vísindir og sjónarhorn eru í spæl, tá talan er um raðfestingar innan almenn heilsutilboð. Bara hugtakið rættvísi er ótrúliga stórt, hóast vit brúka tað í dagligari talu, oftast uttan at geva okkum gætur um, hvussu djúptøkið tað í veruleikanum er og hvussu ymiskt tað kann skiljast ella tulkast. Harafturat kemur spurningurin um, hvussu vit máta hetta góða rættvísi. Tosa vit um rættvísi sum útgangsstøði ella endaprodukt av útbýti, ella tosa vit um rættvísi í samband við raðfestingarprosessina? Ella okkurt triðja?
Og so eru tað hesi ymisku stigini, man má hava í huga, tá man tosar um raðfestingar. Makrostigið er tað stigið, har politiska skipanin lutar út til tey ymisku økini í samfelagnum, har heilsuverkið fær ein part. Mikrostigið er so tað, sum verður lutað víðari til tey ymisku økini innan heilsuverkið. Tá hugsar man í bólkum og ikki einstaklingum. Rationeringin er so tað seinasta stigið, sum eisini verður kalla “songjarstokk-raðfesting”. Tað sigur seg sjálvt, at tað er stórur munur á at tosa um raðfestingar á Makrostigi og á rationeringsstigi. Tað var júst hetta seinasta, sum eg forsømdi at pallseta fyri luttakarunum, tá tað fall mær í lut at verða orðstýrari til panelkjakið aftaná, og tí eydnaðist mær ikki at halda orðaskifti meira skarpt uppá ta avmarkingina. Men lat tað so bara verða eina læring til mín sjálvs til eina aðru ferð.
Orðfeingi at skifta orð um raðfestingar á ein meiningsfullan og fruktargóðan hátt er stórt og økið fyri flestu av okkum ókent. Tað skal tí vera mítt ynski, at vit her á landi fara at læra okkum at brúka orðfeingi og leggja okkum eftir at lata okkum upplýsa um økið. Gaman í hevur hvør einstakur av okkum ikki fyri neyðini at læra seg øll møgulig búskaparlig, filosofisk, politologisk o.s.fr. hugtøk. Tó so er týdningarmikið, at øll hesi sjónarhorn eru við í kjakinum og at fakfólk greiða okkum vanligu borgarum frá, hvat tey merkja á ein hátt, at eg kann skilja og verða við í almenna orðaskiftinum um raðfestingar, sum vónandi fer at vinna fram. Tí hóast vit raðfesta innan almenn heilsutilboð á øllum stigum dag og dagliga, er raðfestingin ikki nóg tilvitað og kann verða stýrd av tilvild. IKKI tí at nakar ynskir tað, men tí at økið er so komplekst og forgreinað og armslongdarprinsippið ikki í nóg stóran mun er partur av raðfestingarprosessini.
Sambært fakfólki sum skrivaði menningarætlanina fyri sjúkrahúsverkið í 2016, so skáka politikkarar sær undan at taka yvirskipaðar avgerðir, men himprast ikki við at blanda seg í smálutir, har fakligheitin eigur at ráða. Um so er, hevur lobbyisma í so góð kor og vandi er fyri, at tann sum ikki orkar at gera vart við seg, ella hevur onnur sum kunnu gera tað fyri hann, verður við sviðið soð – og tað munnu tey flestu vera samd um, er ikki røtt og rættvís raðfesting.
Tað er sera hugaligt at samstarva við onnur etisk ráð og samstarvið hevur verið framúr gott frá byrjan til enda. Saman standa vit sterk – í øllum førum sterkari.
Ráðstevnan var stroymd og til ber at síggja hana við leinkjuni Raðfestingar í almennum heilsutilboðum

