
Álop á heilsumiðstøðir í Sudan eru økt munandi í sambandi við borgarakríggið sum herjar í økinum. Norðurlendska netið av Sjúkrarøktaretiskum Ráðum vil við hesum vísa sína djúpu dorg og fordøma tann ræðuliga harðskap, sum rakar sjúkrarøktarfrøðingar, sjúklingar og teirra avvarðandi.
Sambært Heimsheilsustovninum (WHO), vísti uppteljingin seinast í oktober, at minst 460 ósekir borgarar vóru dripnir í einum álopi á eitt burðarsjúkrahús. Henda ræðuliga hending er enn eitt dømi um, hvussu eitt friðskjól í heilsuverkinum, ætlað til lív og tryggleika, verður broytt til eitt stað, har neyð, sorg og deyði valdar.
Síðani apríl 2023 hevur WHO váttað 185 álop á sjúkrahús og aðrar heilsustovnar í Sudan. Hesi álop hava kostað lív og elvt til álvarslig mein hjá bæði heilsustarvsfólki og sjúklingum. Álop á sjúkrahús kunnu als ikki góðtakast. Tey eru beinleiðis brot á altjóða mannarættindalóggávu og á grundleggjandi etiskar meginreglur í heilsurøktini. Okkara starvsfelagar – sjúkrarøktarfrøðingar, ljósmøður og annað heilsustarvsfólk – seta sítt egna lív í váða hvønn dag fyri at bjarga øðrum, og teirra dirvi verður møtt við harðskapi. Hetta er ein misgerð móti sjálvum kjarnanum í humaniteti..
Norðurlendsku Sjúkrarøktaretisku Ráðini heita á egnar stjórnir, altjóða felagsskapir og altjóða heilsusamfelagið um at handla skjótast gjørligt fyri at verja heilsustarvsfólk og sjúklingar í Sudan og tryggja, at neyðhjálp kemur fram.
Við hesum vilja vit vísa okkara samhuga við okkara starvsfelagar í Sudan og øllum teimum, sum áhaldandi veita røkt, linna og bjarga lívum undir ómenniskjansligum umstøðum. Heilsurøkt skal altíð vera eitt friðskjól, ongantíð eitt mál fyri harðskapi. At verja menniskjavirði í heilsurøktini er at verja menniskjavirði yvirhøvur
Vegna Norðurlendsk Sjúkrarøktaretisk Ráð
Lilas Ali, forkvinna, Sjuksköterskornas Etikråd, Svensk sjuksköterskeförening (Svøríki)
Berit Liland, leiðari, Rådet for sykepleieetik, Norsk sykepleierforbund (Noregi)
Pauline Olesen, forkvinna Kalaallit Nunaanni Peqqissaanermi Ileqqorissaarnissamut Siunnersuisoqatigiit, Sygeplejeetisk råd (Grønland)
Jana Mortensen, forkvinna, Sjúkrarøktaretiska Ráðið (Føroyar)

