SER 30 ár
Í 2023 vóru 30 ár liðin síðan Sjúkrarøktaretiska Ráðið varð sett á stovn. Sambært Vøku nr 2 frá 1993, var fyrst valda Sjúkrasystraetiska Ráðið fólkað við Ásu á Mýrini, Jóngerð Poulsen, Margit Hansen, Helenu Joensen og Ingrid Holm og eiga tær heiður og tøkk uppiborið, fyri at bjóða seg fram til at seta gongd á arbeiði. Sum verða man, hevur tað verið ymiskt, hvussu stór orkan hevur verið í ráðnum og til hvørji mál, orkan hevur verið brúkt hesi árini, SER hevur virkað. Uttan at taka nakað frá nøkrum, havi eg tó hug at nevna eitt avrik, sum eitt av allarfyrstu ráðunum avrikaði í seinnu helvt av 1990´unum. Tá tók Ráðið eitt mál upp av sær sjálvum, soleiðis sum ráðnum varð heimilað longu í teim fyrstu viðtøkunum. Uttan at fara í smálutir, so snúði málið seg um gen-granskingina, sum Pál Weihe vardi av. Tær, sum tá vóru í Ráðnum, fylgdu væl við og kritiseraðu manglandi lógarkarmin um slíka viðkvæma gransking. Tær skrivaðu greinar um evnið og forkvinnan Olga Magnussen var í Degi og Viku og kjakaðist við Pál Weihe, um vandan við ónøktandi lógarverki. Endin var, at tær fingu steðga verkætlanini og tryggjað, at málið var tikið uppaftur í Løgtinginum, soleiðis at neyðugir lógarkarmar vóru settir. Tað var ikki granskingina sum so, sum tær funnust at, men tær vildu bara tryggja, at alt rundan um var etiskt og juridiskt forsvarligt. Eitt rættiliga flott avrik, sum vit sjúkrarøktarfrøðingar kunnu verða stoltar av.
30 ára hátíðarhaldið var hildið við eini móttøku á Hotel Hafnia á altjóða sjúkrarøktarfrøðidegnum hin 12 mai. Umframt at forkvinnurnar í ávikavíst FFS og SER hildu røðu, greiddi Maria Andreassen Hentze hegnisliga og rørandi frá leiklutinum sum avvarðandi og avvarðandiumboð á Psykiatriska deplinum. Lena og Niklas spældu nøkur djúp og vónarrík løg og tað gjørdi tað ikki verri, at móður og dóttir, sungu ein sang saman. Ómetaliga vakurt. Stóra takk fyri, øll tit sum komu á gátt ella í aðrar mátar heilsaðu okkum. Somuleiðis takk til FFS fyri stuðulin.
Røðan hjá forkvinnuni í SER, Janu Mortensen
Sjúkrarøktaretiska Ráðið 30 ár á bakið – Hví, hvussu og hvat nú?
Tað skal sigast, at um tíðin loyvdi tíð, kundi eg havt brúkt nógv meira orku til at finna útav, akkurát hvørjar grundgevingarnar vóru, tá limir í FFS tóku stig til at seta eitt sjúkrarøktaretiskt ráð á stovn. Tí kann eg ikki siga, at skrivligt tilfar ikki finst, men bara staðfesta, at grundgevingarnar ikki eru at finna í VØKU. Tí tað er Vøka sum er grundarlag undir skrivliga tilfarinum um søgugongdina í Sjúkrarøktaretiska Ráðnum frá byrjan til 2011, sum Hildur við Høgadalsá og Katrin Andersen eiga æruna av at hava savnað. Tað er primert teirra yvirlit, eg havi brúkt, til at orientera meg í søgugongdini, men eisini prát við fyrrverandi ráðslimir. Vónandi verða stundir, at skriva eitt lítið 30 ára rit, áðrenn árið er farið
Hildur og Katrin skriva, at í frágreiðingini frá ársaðalfundinum 11. Apríl 1992 verður greitt frá , at í samband við stovnsetan av Sjúkrarøktaretiskum ráðnum varð skotið upp, at nevndini verður heimilað at seta ein bólk av 5 sjúkrasystrum. Hesar skuldu umboða heilsu- og sjúkrarøktina breitt, og skuldu arbeiða við einum uppskoti um viðtøkur fyri Sjúkrarøktaretiskt Ráð. Bólkurin skuldi setast í seinasta lagi á nevndarfundi í juni 1992, og uppskotið verða liðugt at leggja fyri á aðalfundi í 1993 (Vøka nr. 2 1992 s. 12).
Ein arbeiðsbólkur varð settur at gera uppskot til viðtøkur í Etiska Ráðnum, sum vóru samtyktar á aðalfundi felagsins hin 27 mars 1993. Summar keldur siga, at fyrstu leiðreglurnar eisini vóru samtyktar á hesum sama aðalfundi
Endmálsorðingin við Ráðnum var
- At varðveita og menna fakliga/etiska støði sjúkrasystranna umframt
- At vegleiða um faklig/etisk ivamál, sum limir felagsins leggja fyri ráðið.
- Ráðið kann harumfamt av sínum eintingum taka spurningar upp til viðgerðar og metingar
Endamálsorðingin er broytt nakrar ferðir síðan tá, millum annað tí at heiti sjúkrarøktarfrøðingur kom í staðin fyri sjúkrasystrina. Í núverandi endamálsorðingini, eru lesandi eisini nevnd og fakliga er strikað. Tað var hildið at verða í so breitt orðað til hetta Ráðið.
Sambært Vøku nr 2 frá 1993 var fyrst valda sjúkrasystra etiska ráðið fólkað við Ásu á Mýrini, Jóngerð Poulsen, Margit Hansen, Helenu Joensen og Ingrid Holm. Annars nevnir Vøka ikki so nógv um Sjúkrasystraetiska Ráðið hesi fyrstu árini, men tær eg havi tosað við, sum vóru við á onkran hátt tá, minnast aftur á tað stóra arbeiði, sum var lagt í, at orða etiskar leiðreglur. Hugt var bæði til Noregi, Danmark, Íslands og Onglands hesi fyrstu árini, og tað man hava tikið alla orkuna.
Í 1999 verða broytingaruppskot til galdandi leiðreglur lagdar fram og samtyktar á árliga aðalfundinum hjá FFS. Tær verða prentaðar í Vøku sama ár og árið eftir skrivar forkvinnan í Sjúkrarøktaretiska Ráðnum, Olga Magnussen, í síni ársfrágreiðing, at Ráðið hevur virkað aftur, síðan nýggj nevnd varð vald í 1997. Tær hava millum mangt annað arbeitt við at gera viðmerkingar til leiðreglurnar og hava eisini fingið mál til viðgerðar. T.d. vóru nakrar sjúkrasystrar sum skrivaðu inn til Ráðið við fyrispurningi um rættindi og skyldur hjá sjúkrasystrum at siga sína hugsan alment og luttaka í almennum orðaskifti um arbeiðsviðurskifti á egnum arbeiðisstaði. Fleiri undirspurningar vóru til evni og nógv av teimum bóru boð um, at her vantaði juridisk vitan. Vit vita ikki, hvat Ráðið hevur svarað teimum, sum hava spurt, men onki er at ivast í, at tað er hesin fyrispurningur sum fær Ráðið til at heita á SSF um at skipa fyri skeiðum um evnið við løgfrøðingunum Sigmund Poulsen og Hans Trúgva Teirin.
Um sama mundi tekur Ráðið eitt sera týdningarmikið mál upp av sær sjálvum, soleiðis sum ráðnum var heimilað longu í teim fyrstu viðtøkunum. Uttan at fara í smálutir, so snúi málið seg um gengranskingina, sum Pál Weihe vardi av. Tær sum tá vóru í Ráðnum, fylgdu væl við og kritiseraðu manglandi lógarkarmin um slíka sárbæra gransking. Tær skrivaðu greinar um evnið og forkvinnan Olga Magnussen var í Degi og Viku og kjakaðist við Pál Weihe um vandan við ónøktandi lógarverki. Endin var, at tær fingu steðga projektinum og tryggjað, at málið var tikið uppaftur í Løgtinginum, soleiðis at neyðugir lógarkarmar vóru settir. Tað var ikki granskingina sum so, sum tær opponeraðu í móti, men vildu bara tryggja, at alt rundan um var etiskt og juridiskt forsvarligt. Eitt rættiliga flott avrik, sum vit sjúkrarøktarfrøðingar, kunnu verða stoltar av.
Gjøgnum eitt 30 ára tíðarskeið, er sjálvandi nógv ymiskt avrikað og og ymisk evnir hava myndað arbeiði hjá ráðnum hesi árini. Eitt sum tó allatíð hevur verið avbjóðandi og er tað í ávísan mun enn, er, at Ráðið ikki er so sjónligt millum limirnar. Um tað er orsøkin til, at Ráðið sjáldan fær mál til viðgerðar, er kanska ikki so ósannlíkt – í øllum førum sum partur av frágreiðingini. Men sosialu miðlarnir hava givið okkum ein pall at samskifta við limirnar. Tað er ikki tí, at vit fáa nógv mál inn hóast tað. Men frá onki at fáa í nógv ár, til í fjør at fáa eitt og higartil í ár at hava fingið tvey, er vónandi tekin um eitt framstig á tí økinum eisini.
Hóast arbeiði er breiðari enn sum so, eru tað serliga yrkisetisku leiðreglurnar, sum fólk kenna Ráðið fyri. Tað er eisini ein ógvuliga týðandi lutur og var sum sagt eisini tað allarfyrsta, sum Sjúkrasystra etiska Ráðið arbeiddi við. Tað var annars altjóða sjúkrarøktarfrøði felagið “International Council of Nurses” (ICN), sum tók stig til og góðkendi tær fyrstu altjóða sjúkrarøktaretisku leiðreglurnar í 1953. Grundarlagið undir at taka stigið, var sannkenningin av, at tey kor og karmar, sum sjúkrarøktarfrøðingar virka undir, ofta gera tað sera trupult at vita, hvør klinisk avgerð er “tann besta”. Leiðreglurnar eru bygdar á altjóða mannarættingasáttmálan og okkara byggja uppá leiðreglurnar hjá ICN, tó at tær eru ítøkiliggjørdar í føroyskt jørðildi.
Men longu Florence Nightingale legði dent á etikk og moral. Í sjúkrasystralyftinum verður t.d. nevnt, at man sum sjúkrarøktarfrøðingur, pliktar seg til at útinna sín gerning í trúfesti. Sjúkrarøktarfrøðingurin pliktar seg eisini til at gera tað hon kann, til tess at varðveita og áhaldandi hækka dygdina í yrkinum og at áleggja sær sjálvum eina tagnarskyldu. Tað vil siga, at tagnarskyldan skal haldast av moralskum og etiskum orsøkum, óansæð um hon verður lógarfest ella ikki.
Etikkur, eisini sjúkrarøktaretikkur, snýr seg um hvussu vit eiga at fara við hvørjum øðrum, hvussu vit eiga at handla, hvat vit eiga at gera og ikki minst við grundgevingum fyri hví. Etikkurin byggir á tey virðini, vit grunda okkara yrki á. Í flestum førum vil yrkisetikkurin endurspegla tey virðir og tey normar, sum samfelagið er grundað á, men ikki í øllum førum. Overdrivelse fremmer forståelsen, men eitt grelt dømi um, at samfelagsnormar og sjúkrarøktaretikkur ikki sampakkaðu, var í Nazitýsklandi. Man kann so sjálvandi diskutera, um tað vóru normar, sum fólk flest tóku undir við, men tað skerst ikki burtur, at tey flestu livdu eftir teimum. Tíbetur hava vit sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum ongantíð staðið í slíkari svárari støðu, sum sjúkrasystrarnar í Nazitýsklandi; men tað svitast ikki, at skulu vit áhaldandi varðveita og hækka dygdina í yrkinum, mugu vit viðurkenna okkum okkara samfelagsligu ábyrgd. Vit hava eitt priviligerað innlit í støðuna hjá teimum mest viðbreknu í okkara samfelag. Vit mugu tí verða teirra rødd og arbeiða fyri betri korum fyri tey, sum eru illa stødd so ella so. Um ikki vit, hvør so?
Etisku krøvini mugu tó ikki føra til moralska strongd. Altjóða gransking vísir, at sjúkrarøktarfrøðingar ofta arbeiða undir umstøðum, sum eru kúgandi, sum føra til moralska líðing og at teirra leiklutur ofta er ógreiður og órímiliga krevjandi. Men gransking vísir eisini, at sjúkrarøktarfrøðingar hava lyndi til at finna fram til mátar at gera mótstøðu og til at hava ávirkan allíkavæl. Tað gera tær við at finna styrki í felagsskapinum, og við at verða áhaldandi í síni stremban eftir at gera tað , tær halda er rætt. Eitt dømi um hetta frá heimligum jørðildi, stavar frá tí tíðini, at foreldur ikki høvdu loyvi at verða innløgd saman við børnunum. Í staðin fyri treytaleyst at líða boðini, hugsaðu sjúkrasystrarnar tá um, hvat var rættast at gera og gjørdust ógvuliga kreativar í síni roynd, at smugla sengur inn seint á kvøldið og út árla á morgni, soleiðis at foreldur og børn kundu verða saman allíkavæl.
Arbeiðslívið hjá einum sjúkrarøktarfrøðingi er fult av moralskum støðum og etiskum tvístøðum, og ofta kann man sum sjúkrarøktarfrøðingur kenna seg bæði lítlan og hjálparleysan, tá man kennir seg noyddan at virða og virka eftir avgerðum, sum man ikki heldur verða etiskt forsvarligar. Tí er týdningarmikið, at vit arbeiða í felag og í felagsskapi og netupp í hesum sambandi, kann Sjúkrarøktaretiska Ráðið verða til gagn. Fleiri mál vit fáa inn, betri innlit fáa vit í eitt samfelagsligt mynstur, sum vit kunnu reagera uppá og seta á skrá í almenninginum.
Eitt sum gongur aftur í fundarfrágreiðingum gjøgnum øll árini, SER hevur virkað, er spurningurin: Hvat vilja limirnir og harvið felagið við Sjúkrarøktaretiska Ráðnum? Hesin spurningur verður settur upp á ymiskar mátar, men eftir stendur, at gjøgnumgangandi er ein ávís óvissa um, hvussu man best brúkar avmarkaða tilfeingið til so stórt gagn sum gjørligt. Tá vit í mai mánað aftur fara rundferð í landinum, er endamálið millum annað netupp at spyrja limirnir: Hvørji ynskir og væntanir hava tit til Sjúkrarøktaretiska Ráðið? Svarini frá limunum, poddarnir, sum vit framleiddu saman við KVF í fjør, stuttsøgurnar, sum komu inn í samband við stuttsøgukappingina, mál sum eru komin inn og tey sum vónandi fara at koma, og alt tað, sum undanfarin ráð hava latið eftir seg, fara at lýsa Sjúkrarøktaretiska Ráðnum vegin fram á leið tey komandi árini. Tað liggur ein ábyrgd á Sjúkrarøktaretiska Ráðnum at virka fyri, at menna etiska tilviti hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Tað kann óiva gerast upp á nógvar mátar, men vert er at hava í huga, orðini hjá Florence Nightingale:
“Lat tann, sum hevur ábyrgdina, hava hendan einfalda spurning fyri eyga: Ikki bara, hvussu kann eg altíð gera tað rætta sjálv, men hvussu kann eg syrgja fyri, at tað rætta altíð verður gjørt.” Hesi orð hennara, verða tað ljós, sum fer at vegleiða Ráðið, á fyri okkum enn duldum framtíðareiðum.
Eg fara at nýta høvi til at takka øllum tykkum, sum komu at hátíðarhalda dagin saman við okkum. Harafturat fari eg at takka øllum, sum hava verða við í ráðnum hesi seinastu 30 árini og sum øll hava lagt orku í, at virka til frama fyri dygdargóða sjúkrarøkt. Eisini vilja vit takka skiftandi nevndum og forfólki í FFS, sum øll árini hava verið tættir samstarvs- og sparringsfelagar. Men størstu tøkkina eiga allir teir sjúkrarøktarfrøðingar, sum dagliga liva við teimum mongu etisku tvístøðunum og gera sítt besta, til at gera tað rætta.
Sjúkrarøktaretikkur er eitt ógvuliga víðfevnt og samansett økið. Men tá alt annað er skrædlað burtur, stendur eftir, at grundleggjandi skyldan hjá sjúkrarøktarfrøðingum er at vísa umsorgan fyri øllum sum líða, uttan mun til, hvørji tey eru ella hvør orsøkin til líðingina er.
Takk fyri

