ÁLIT
Álit er eitt grundleggjandi virði í samskiftinum millum menniskju. Álit er eitt etiskt krav, sum altíð er til staðar, og sum ber við sær ábyrgdina fyri at gera tað besta fyri hitt menniskjað. Hetta er eitt etiskt krav um, at sjúkrarøktarfrøðingar møta sjúklinginum við áliti gjøgnum falsloysi, erligheit og trúgv til tað medmenniskjað, ið hevur tørv á sjúkrarøkt. Mótsetningurin til álitið, misálit, er ikki grundleggjandi, men kyknar bara, um álitið verður svikið.

 

ÁBYRGD
Sjúkrarøktarfrøðingar hava ábyrgd yvirfyri teimum, sum taka ímóti sjúkrarøkt. Ábyrgdin hvílir á teimum skyldum, ið eru lýstar í autorisatiónslógini og kunngerðini um útbúgving til sjúkrarøktarfrøðing. Ábyrgdin snýr seg um at tryggja sjúklingatrygd og dygd í tí virksemi, sum sjúkrarøktarfrøðingar útinna. Ábyrgdin hjá sjúkrarøktarfrøðingum er knýtt at ítøkiligum relatiónum millum sjúkrarøktarfrøðingin og tann, ið fær sjúkrarøkt. Men tann fakliga ábyrgdin hevur eisini eina etiska skyldu at virka fyri javnbjóðis atgongd til sjúkrarøkt fyri øll menniskju, bæði lokalt, tjóða og altjóða. Tí eiga sjúkrarøktarfrøðingar eisini at gera vart við samfelagsviðurskifti, ið kunnu forða fyri javnbjóðis atgongd til sjúkrarøkt.

 

UMSORGAN
Umsorgan verður útint í sambondunum millum sjúkrarøktarfrøðingin og tann, ið fær sjúkrarøkt. Hetta er galdandi fyri alla sjúkrarøktarútinnan. Sjúkrarøkt er eitt fakligt virksemi, har umsorganin tekur støði í tørvinum hjá menniskjanum fyri sjúkrarøkt, við virðing fyri hvørjum einstakum, tess ynskjum og fatan av støðuni. Tann yrkisliga umsorganin er persónssentrerað og støðubundin og verður útint við virðing fyri rættinum hjá tí einstaka at avgera yvir egnum viðurskiftum og á fortreytunum hjá viðkomandi. Yrkislig umsorgan inniheldur bæði fysiskar, sálarligar, sosialar, eksistentiellar og andaligar tættir.

Tey trý virðini eru sínámillum treytað. Tað, ið eyðkennir etiskt forsvarliga sjúkrarøkt, er, at tey menniskju, sum sjúkrarøktarfrøðingar eru í sambandi við, kunnu hava álit á, at sjúkrarøktarfrøðingar taka ábyrgd fyri at veita umsorgan, sum í so stóran mun sum gjørligt fremur lívsgóðsku, trivnað og heilsu hjá einstøkum sjúklingum ella bólkum av sjúklingum í teirri ítøkiligu støðuni.