Raðfestingarprosessin
Hesin parturin snýr seg um sjálva raðfestingarprosessina, sum er tætt tongd at avgerðarprosessini um raðfestingar. Ein avgerðarprosess fevnir um ta røð av handlingum ella metingum, sum føra fram til, at ein avgerð verður tikin og sett í verk (Jacobsen, 2002). Yvirskipað sæð, kann avgerðin býtast í trý lið, sum eru at savna inn upplýsingar, velja millum valmøguleikar og at seta endaligu avgerðina í verk (ibid).
Í granskingarbókmentum verður vanliga víst til nøkur atlit, sum eru neyðug at hugsa inn í avgerðarprosessina um raðfestingar, fyri at hon skal verða rættvís (Chalkidou, 2016; Hellen Ransom, 2017; Sabik & Lie, 2008). Williams et al (2012) flokka hesi atlit í fýra treytir, sum eru at raðfestingarprosessin er rættvís, at taka evidensbaseraðar avgerðir, at involvera almenningin og at innhugsa etikk (Williams, 2012).
Rættvís raðfesting skal tryggja rættargangsliga ella prosedurala rættvísi. Tað vil siga, at gongdin fram til úrslitið av raðfestingini verður tryggjað. Breið semja er í granskingarbókmentunum um, at ein rættvís prosess ber í sær, at fólk verða hoyrd, verða viðfarin virðiligt, og at tey sum verða rakt av avgerðunum, hava álit á tey sum taka avgerðirnar. Harafturat má óheftni verða ein treyt og møguleiki má verða fyri kæra avgerðirnar (Fondacaro, 1995).
Raðfestingarprosessin skal verða opin og gjøgnumkygd, og avgerðirnar skulu byggja á fakligar grundgevingar og evidens (Daniels & Sabin, 2002). Harafturat skulu tær grundast á treytir og grundgevingar, sum fólk flest halda verða rímiligar og sum tey kunnu taka undir við, geva ein rímiligan og rættvísan raðfestingarúrskurð (ibid). Proseduralt rættvísi leggur seg soleiðis upp at idealinum um deliberativt demokrati, sum er, at so nógv sum gjørligt luttaka í politiska orðaskiftinum og soleiðis eru við til at legitimera avgerðirnar sum verða tiknar (Hansen, 2010).. Grundprinsippið í deliberativa demokratinum er, at øll sum verða rakt av eini avgerð, eiga at verða við í avgerðarprosessini, soleiðis at skilja, at teirra sjónarhorn er umboðað í avgerðarprosessini (ibid). Tá talan er um raðfestingar í heilsuverkinum, raka avgerðirnar í veruleikanum okkum øll, tí vit øll potentielt kunnu fáa brúk fyri heilsutænastunum (Carter et al., 2016).
At raðfestingin skal byggja á evidensgrundaðar avgerðir er serliga galdandi, tá valið stendur millum ymiskar viðgerðir, t.d. ymiskan heilivág, slag av skurðviðgerðum o.a. Í eini metodumeting verður effektin, trygdin og kostnaðareffektiviteturin av metoduni mettur á ein skipaðan hátt. Tað er neyðugt, fyri at finna fram til alternativkostnaðin (Mitton & Patten, 2004). Tá ein viðgerð verður vald, kemur hon at kosta eitt ávíst (Pedersen, 2015). Tann peningurin kann ikki brúkast til onnur tiltøk, sum aðrir sjúklingar høvdu kunnað fingið nyttu burturúr. Tann nyttan, sum teir sjúklingarnir høvdu kunnu fingið burturúr somu pengum, verður rópt alternativkostnaður (Pedersen, 2015). Tí er alneyðugt, at fáa vitan og fakta til vega, at byggja raðfestingina á (ibid). Hugtakið um alternativkostnað avmarkar seg tó ikki til metodumetingar, men verður brúkt breitt (Pedersen, 2015).
Sambært Mooney (1998) er hin mest týðandi grundgevingin fyri at involvera almenningin tað, at tað bara eru borgararnir, sum kunnu veita teimum sum taka avgerðirnar eina fullgóða greinargerð fyri, hvørjir ágóðar tað er, sum almenningurin vil hava, skal síggjast aftur í raðfestingarúrslitinum. Tey sum taka avgerðirnar, umboða ein breiðan veljaraskara, og skulu tí grunda sínar avgerðir um raðfestingar á sosialu samfelagsvirðini og tær væntanir, sum samfelagið hevur til heilsuverkið (Mooney, 1998).
Rawls (1990) argumenterar fyri, at grundleggjandi samfelagsskipanir- og stovnar eru rættvísir, um fólk kunnu verið samd um at skipa teir, við atliti til egin áhugamál. Hann hugsar sær til eina upprunastøðu, har fólk skulu gera ein samfelagssáttmála. Men tey skulu velja handan a veil of ignorance ella ókunnleikans slør. Tað vil siga, at valið skal takast út frá tí, at tey ikki sjálvi vita, hvørja støðu tey hava í samfelagnum. Av tí at tað er ein møguleiki fyri, at tey eru uppi í teimum sum eru ringast fyri í samfelagnum, fara fólk at velja út frá tí støðuni. Tí fara tey altíð at velja við tí í huga, at taka atlit til tey veikastu (Rawls, 1990). Hetta virði samsvarar væl við grundvirðini í vælferðarsamfelagnum
At innhugsa etikk er ein náttúrlig fylgja av, at raðfestingar í almennum heilsuverkum skulu avspegla sosialu virðini og etisku prinsippini, sum samfelagið byggir á (Williams et al., 2012). Umframt prosedurala rættvísi, kann talan verða um eina røð av etiskum stevnum sum byggja á útbýtingarrættvísi, t.d. egalitarisma, har yvirskipaða endamálið er javnaður (Cappelen & Norheim, 2005), utilitarisma, har endamálið er at fáa sum mest fyri flest (Hoedmaekers & Dekkers, 2003), og prioritanisma har denturin er lagdur á at geva teimum sum eru ringast fyri fyrst (Carter et al., 2016), Etisku stevnurnar kunnu greinast í ymisk meira spesifik kriterii. Eitt dømi er prioritanistiska bjargingarreglan, sum treytar, at um onkur er doyggjandi, eigur hesin altíð at fáa hjálp fyrst (ibid). Hetta stendur tó í andsøgn til utilitaristiska atlitið at bjarga teimum sum mest sannlíkt hava longri tíð eftir at liva í, um tey verða bjargað (Hoedemaekers & Dekkers, 2003).
Alt eftir mentanini og virðunum í samfelagnum, vil tað verða ymiskt, hvørji kriterii verða hildin at hava týdning og hvørji elva til sínámillum stríð (Ottersen et al., 2014) Í avgerðarprosessini noyðist man at viga ósameinilig áhugamál upp í móti hvørjum, sum tá talan er um at viga ymisk etisk prinsippir í móti hvørjum øðrum (Frazão et al., 2018). Gransking innan økið vísir, at tað bøtir um dygdina í avgerðunum, at sameina ymisk kriterii ella prinsippir, sum eru í stríð við hvørt annað, soleiðis at tað ber til at gera eina samlaða meting. Ein treyt er tí, at prinsippini eru orðborin og týðilig og at avgerðarprosessin er gjøgnumskygd, soleiðis at fólk kunnu síggja, skilja og møguliga kæra avgerðirnar (Thokala, et al., 2016). Tað at viga prinsippir ímóti hvørjum øðrum í samheingi, soleiðis at onki prinsipp stendur einsamalt, er ein grundleggjandi treyt í royndini at raðfesta so rætt og so rættvíst sum gjørligt (Golan et al., 2011).
Hóast tað ikki ber til at lúka allar treytirnar fyri rættvísari avgerðarprosess fult út, t.d. tí at nøktandi dátur ikki kunnu fáast til vega, sum undirbyggja evidenspartin, so er boðskapurin tann, at hóast tað møguliga ikki ber til at røkka málinum 100 %, ber til at røkka langt við at gera tað besta sum ber til (Williams et al., 2012). Hetta krevur tó, at man hevur eitt mál og at raðfestingin er skipað og sjónlig (ibid). At raðfesta skipað og sjónligt merkir, at avgerðirnar um raðfestingarnar verða tiknar við støði í einum greiðum og sjónligum grundarlagi fyri, hvørji atlit verða tikin við í avgerðargrundarlagi og hvussu hesi verða vigað upp í móti hvørjum øðrum í avgerðarprosessini (Chalkidou, et al., 2016). Í granskingarbókmentunum verður hetta kallað fyri eksplisit raðfesting.
Breið semja er í granskingarbókmentunum um, at eksplisit raðfesting er besti mátin at tryggja eitt so rættvíst raðfestingarúrslit sum gjørligt. Hetta slagið av raðfestingum fer fram eftir ávísum prinsippum og treytum (Chalkidou et al., 2016), og avgerðargrundarlagið er sjónligt fyri øll (Nouhi, et al., 2018). Tað mótsetta av eksplisittari raðfesting er ósjónlig og óskipað raðfesting, sum verður nevnd implisit raðfesting. Hendan raðfestingargongdin verður lýst sum Ad hoc raðfesting, har reglurnar fyri hvussu raðfestingin fer fram, antin eru ógjøgnumskygdar ella fráverandi. Tá hvørki avgerðirnar ella avgerðargrundarlagið eru sjónlig, er vandi fyri tilvildarligum raðfestingaravgerðum, sum føra til misjavnt og órættvíst útbýtið av avmarkaðum tilfeingið (Coulter, 1999, Lauridsen, 2006) T.d. kunnu tilfeingissterkir áhugabólkar verða tiknir framum veikari bólkar, sum ikki megna so væl at gera vart við seg (Hoedemaekers & Dekkers, 2003).
Keldulisti
Cappelen, A. W., & Norheim, O. F. (2005). Responsibility in health care: A liberal egalitarian approach. Journal of Medical Ethics, 476-480.
Chalkidou, K., Glassman, A., Marten, R., Vega, J., Teerwattananon, Y., Tritasavit, N., . . . Hofman, K. (2016). Priority -setting for achieving universal health coverage. Policy & practice, s. 462-467.
Daniels, N., & Sabin, J. (2002). Accountability for Reasonableness. I D. Norman, & J. Sabin, Setting limits fairly: Can We Learn to Share Medical Resources (s. 43 – 67). Oxford: Oxford University Press.
Fondacaro, M. (1995). Toward a synthesis of law and social science: Due process and procedural justice in the context of national heath care reform. Denver University Law Review, 303-358.
Hansen, M. H. (2010). Demokrati som styreform og som ideologi. Københan : Museum Tusculanus forlag.
Hoedemaekers, R., & Dekkers, W. (4. desember 2003). Justice and Solidarity in Priority Setting in health. Health Care Analysis, s. 325-343.
Hoedmaekers, R., & Dekkers, W. (2003). Justice and Solidarity in Priority Setting in Helath Care. Health Care Analysis, 325-343.
Mitton, C., & Patten, s. (3. Juli 2004). Evidence-based priority setting: what do the decision-makers think. Journal of Health Services Research & Policy, s. 146 – 152.
Mooney, G. (November 1998). “Communitarian Claims” as an ethical basis for alocating health care resources. Social Science and Medicine, s. 1171-1180.
Nouhi, M., Naderi, M., Goudarzi, Z., Mousavi, S. M., Mousavi¸Olyaeemanesh, & Alireza. (2018). Explicit Priority Setting Approaches in Health Care Coverage Policies: A Critical Review and Implications for Further Research. Evidence Based Health Policy, Management & Economics, 125-132.
Pedersen, K. M. (2015). Prioritering i sundhedsvæsenet, hvorfor er det nødvendigt. København: Munksgaard.
Rawls, J. (1990). A Theory of Justice – revised edition. Oxford: Oxford University Press.

