Rættvísi og rímiligheit eru týðandi virði í og undir heilsuverkinum, ikki minst tá tað snýr seg um raðfestingarprosessina og útbýti av tilfeingið (WHO, 2014). Í norðurlendskum vælferðarsamfeløgum, er solidaritetur eitt týðandi virði í hesum sama. Hesin tankin sæst aftur í endamálsorðingini fyri donsku heilsulógina,  um lætta og javnverda atgongd fyri øll  (Sundheds- og ældreministeriet, 2018). Hóast lógin ikki er fult út galdandi í síni heild í Føroyum, er endamálsorðingin um lætta og javnverda atgongd eisini galdandi hjá okkum (HMR, 2019).

Aristoteles hevur havt stóra ávirkan á menningina av rættvísisástøði, og hansara útsøgn um, at javnlík mál skulu viðfarast javnlíkt og ójøvn mál skulu viðfarast ójavnt, samsvarandi viðkomandi munum, verður tulkað upp á ymiskar mátar (Wright, 2000). Í orðingini liggja fleiri aspekt av rættvísi. T.d. kann “javnverd atgongd” vísa til eitt virði um ikki at gera mannamun (Aasen, 2018). Í tí liggur, at man ikki eigur at gera mun á fólki út frá treytum, sum ikki eru etiskt viðkomandi, t.d. út frá kyni, aldri, landafrøðiligari staðseting, trúgv o.s.fr (ibid). Raðfesting snýr seg um at finna útav, hvør skal viðgerast áðrenn onnur, og tað eigur at verða avgjørt út frá prinsippum, sum vísa á etiskt viðkomandi munir á viðgerðum ella sjúklingabólkum (Det Etiske Råd, 2018).

Hugtakið rættvísi verður brúkt í vanligari talu, oftast uttan at hugsað verður um, at tað kann verða ymiskt, hvat hvør av okkum skilir við ella leggur í hugtakið (Stumpf et al., 2016) Vit hugsa heldur ikki so ofta um, at okkurt er rættvíst. Tað er ikki fyrrenn vit halda, at okkurt er órættvíst, at vit reagera (ibid). Sjálvt um vit brúka hugtakið, sum um at semja er um hvat tað er, so eru fleiri og ósambæriligar fatanir av og ástøði um, hvat skal til fyri at siga, at okkurt er rættvíst (Kelsen, 2016).

Útbýtingarrættvísi

Grundgevingarnar fyri, hvat útbýtið er moralskt betri enn annað, eru grundstamman í útbýtingarrættvísið (Lamont & Favor, 2017). Øll prinsippir um útbýtingarrættvísi fyrihalda seg til javnað sum eitt rættindi (Holtug et al,.1997) og eru samd um, at øll eiga at fáa sambært sínum rættindum. Hvørji hesi rættindi eru, eru tey tó ikki á einum máli um (Stefanini, 1999) , líkasum tey hava ymiska fatan av, hvat slag av javnaði, tað er vert at stremba eftir (Holtug et al,. 1997).

Eitt grundleggjandi og áhaldandi orðaskifti um ymisk etisk prinsippir fyri útbýtingarrættvísi er, hvussu man fær navigera í millum ósambærilig virðir, sum at maksimera effektivitetin – og soleiðis fáa sum mest burturúr minstum – javnrættindi – og tí fara líka við øllum –  og tað at taka atlit til tey sum hava størstan tørvin, og soleiðis geva teimum framíhjárættindi, sum eru ringast fyri (Lamont & Favor, 2017). Fyri at fáa eina fatan av, hvørji prinsippir vísa seg í empiriini, verða  tær teoriirnar lýstar, sum hava størsta ávirkan á grundgevingarnar fyri rættvísum útbýtið í heilsuverkinum (Scheunemann & White, 2011). Hesar eru egalitarisma, prioritanisma og utilitarisma. Til hvørt av ástøðinum er eitt yvirskipað prinsipp og 2 undirskipað kriteriir.

Fyri greidleikan, eru hesi sett inn í eina talvu:

Egalitarisma

Fara eins við fólki

Fyrstur kemur, fyrstur fær
Trekkja lut
Prioritanisma

Framíhjárætt til tey sum eru ringast fyri

Sjúkastu fyrst
Yngstu fyrst
Utilitarisma

Maksimera summin av ágóðum

Bjarga flest lívum
Útbýtið við støði í útlitum

Egin talva við støði í keldunum, sum víst er til í tekstabrotinum um útbýtingarrættvísi.

Egalitarisma

Grundarlagið undir egalitaristisku modellini er fatanin av, at menniskju er javnverd og at skapa møguleikar fyri fólk soleiðis, at tey verða so javnstillað sum gjørligt við onnur, eisini tá tað kemur til heilsu og vælveru (Holtug et al.,1997).

Fara eins við fólki

Tað at fara líka við fólki, er eitt grundleggjandi virði undir egalitarismuni (Cappelen & Norheim, 2005). Men viðhvørt kann tilfeingið ikki býtast sundur, soleiðis at øll kunnu fáa eitt sindur minni, tó at øll fáa okkurt (Rogeer Hoedemaekers, 2003). Tað ger seg millum annað galdandi í samband við útluting av andingartólum ella gøgnum. Tá er brúk fyri einari eind til hvørt fólki, og tí má útbýti snúgvast frá hugsanini, um at øll skulu hava líka nógv, til at øll skulu hava sama møguleika (ibid).  Tað eru tvey prinsippir sum royna at miðja eftir, at rúma hesum virði. Annað er prinsippið um at trekkja lut og hitt er at lata tann fáa fyrst, sum kemur fyrst (Cookson & Dolan, 2000).

Tað at trekkja lut um, hvør skal hava hvat, hevur fleiri fyrimunir. Tað at hvør einstakur hevur sama moralska status og sostatt sama virði, stuðlar undir hugsanini um, at øll hava sama rætt til ágóðarnar (Cappelen & Norheim, 2005). Tankin um, at vit øll vilja yvirliva, og at tað ynski telur líka nógv, uttan mun til nakað annað, stuðlar undir prinsippið um lutakast. Í praksis er prinsippið eisini lætt og skjótt at brúka, tí tað krevur lítla vitan um móttakaran frammanundan. Harafturat er  lutakast  mótstøðuført móti korruptión og mutri (Scheunemann LP, 2011).

Men tað eru eisini vansar við hesum prinsippinum (Rogeer Hoedemaekers, 2003). Ein tann størsti er, at prinsippið onki eyga hevur fyri faktorar, sum vísa seg at verða viðkomandi. Tilvildarligar avgerðir ímillum ein, sum kann fáa 40 ár eyka og ein sum í mesta lagið hevur 4 mánaðir eftir at liva í, ella ein sum hevur livað 80 ár og ein sum bara hevur 20 ár á baki, tykjast verða óhóskandi (ibid). Tað at fara líka við fólki, merkir ofta, at tey ikki verða viðfarin sum javnverd. Hóast tað ikki er nokk, bara at trekkja lut í samband við útbýtið, so peika fyrimunirnir á, at tað er vert at royna at sameina tað við onnur prinsippir, sum viga upp fyri vansarnar (Carter et al., 2016) .

Hitt prinsippið, sum er fyrstur kemur, fyrstur fær, er intuitivt tað sum vit vænta og meta rættvíst, í samband við bíðirøðir (Holtug et al., 1997). Tað eru eisini nógv sum taka undir við hesum prinsippinum, og nevna tað “náttúrligt lutakast” (Cookson & Dolan, 2000). Eins og prinsippið um lutakast, er hetta eitt egalitarianskt prinsipp, og tey sum taka undir við hesum halda, at prinsippið fremur javnrættindi og gevur fólki somu møguleikar (Rogeer Hoedemaekers, 2003). Sum prinsippið um lutakast, er tað eisini skjótt og lætt at brúka og sleppur teimum sum skulu taka avgerðir um raðfestingar undan óbehagiligum avgerðum (ibid).

Men hetta prinsippið yvirsær eisini viðkomandi munir millum fólk, og tí verða tey heldur ikki við hesum prinsippinum viðfarin sum javnverd (Rogeer Hoedemaekers, 2003). Bæði í veruleikanum og í myndatalu, eru tað tey  sterkastu, sum kunnu vinna sær fram í røðini. Tað merkir, at prinsippið um “fyrstur kemur, fær fyrst”, loyvir moralskt óviðkomandi faktorum, sum ríkidømi og makt, at hava avgerðandi týdning í raðfestingini (ibid).

Prioritanisma

Líka sum egalitarisman sigur prioritanisman, at tá ágóðin sum kemur burturúr  útbýtinum kemur øllum til góðar, so er tað rættvíst (Carter et al., 2016). Munurin millum prinsippini er, at har egalitaristarnir vilja lata tilvildina ráða, vilja prioritanistarnir lata tørvin fyri ágóðanum ráða, soleiðis at tey sum eru ringast fyri fáa mest (Winters et al.,2020).

 

Framíhjárætt til tey, sum eru ringast fyri

Summi tulka tað at verða ringast fyri, sum tað at mangla týdningarmiklar ágóðar her og nú, meðan onnur halda tað snýr seg um at mangla slíkar ágóðar gjøgnum lívsskeiðið (Scheunemann & White, 2011). Tey bæði prinsippini,  sum byggja á hendan hugsanarháttin,  eru sjúkastu fyrst og yngstu fyrst.

Við at viðgera tey sjúkastu fyrst, verða tey raðfest fremst, sum annars hava ringastu framtíðarútlitini, um tey ikki verða viðgjørd (John & Richardson, 2003). Bjargingarreglan (Rule of rescue) er eitt prinsipp sum krevur, at er onkur doyggjandi, skulu hesi bjargast fyrst, og samsvarar við prinsippið um, at tey sjúkastu skulu hava fremsta rætt (ibid). Intuitivt tykist hetta eisini rætt og rímiligt fyri fólk flest. Men onnur halda, at tey sum eru sjúkast, ofta eisini eru tey sum eru ringast fyri annars, tí frískari fólk høvdu hórað undan uttan viðgerð (Holtug et al.,1997). Í sjálvum sær tekur prinsippið ikki atlit til útlitini til eftirviðgerð, og tað er eisini galdandi, tá lítið er at vinna, hóast stóran kostnað. Ein annar vansi er, at prinsippið er stuttskygt og soleiðis tekur støði í, hvør er sjúkast her og nú. Spurnatekin kann tí setast við, um tilvildarligi tíðarlummin er moralskt viðkomandi í eini sperdari støðu, har tilfeingið er avmarkað (Scheunemann LP, 2011). Um fleiri fólk hava tørv á eini livur og bara ein er til taks, krevur prinsippið, at tann sum er sjúkast, fær livrina. Prinsippið tekur ikki atlit til útlitini fyri, at viðkomandi er so mikið væl fyri, at hann kann fáa gagn av livrini, ella at onnur sum bíða, fara at verða líka sjúk sum hesin, um tey ikki fáa eina livur. Eitt týðandi element sum prinsippið yvirsær er sostatt, at tilfeingisavmarkingin ikki er tíðaravmarkað og at ongin trygd er fyri, at ein nýggj livur verður til taks til tey bíðandi (ibid).

Við at raðfesta tey yngstu fyrst, verður atlit tikið til tey sum eru ringast fyri, soleiðis at skilja at tey sum hava livað stytst, hava flest ár at missa. Teirra missur er tí størri, enn tann hjá einum eldri (John & Richardson, 2003). Intuitivt eru nógv sum halda, at hetta virkar moralskt viðkomandi og sum ein rættvís loysn (Holtug et al.,1997). Men tað skal eisini raðfestast í millum tey sum eru ung, so tí verður ein nýføðingur raðfestur framum ein tannáring. Tá eru tað fleiri, sum kanska ikki halda tað er so eyðsýnt longur (Scheunemann LP, 2011). Mótmælini eru slík sum, at tannáringurin skilir hvat gongur fyri seg, hann hevur ment eina persónsmensku og hevur lagt ætlanir fyri lívið. Ein annar vansi er, at hetta prinsippið heldur ikki tekur atlit til útlit. Tað vil siga, at hóast vánirnar eru fyri, at nýføðingurin doyr hóast viðgerð, má tannáringurin lúta, hóast góðar vánir fyri, at hann hevði komið seg væl við viðgerð. Yngstu fyrst prinsippið kann sostatt heldur ikki standa einsamalt (Ibid).

Utilitarisma

Yvirskipaða endamálið í utilitarismuni er at maksimera vælferðina á samfelagsstøði. Rættvísi sambært hesum prinsippinum er, tá raðfestingarnar hava við sær, at tær tilsamans geva mest lívskvalitet (Holtug et al., 1997).

Maksimera summin av ágóðum

Prinsippið um at bjarga flest lívum tekur støði í, at hvørt einstakt lív hevur sama virði, so tí tykist tað ikki, sum at neyðugt er at rættvísgera hetta prinsippið (Scheunemann & White, 2011). Alt annað líka krevur tað bara, at stendur valið millum eitt og fimm lív, so skulu tey fimm bjargast óansæð. Trupulleikin er tó, at alt annað sjáldan ella ongantíð er líka (Holtug et al.,1997).  Summi lív hava vart styttri enn onnur og summi lív kunnu leingjast meira enn onnur. Tað tykist tí órættvíst, at atlit als ikki skal takast til slíkar faktorar, men bara lív fyri lív (ibid). Hetta prinsippið kann tí heldur ikki standa einsamalt, í øllum førum ikki, tá alt annað ikki er líka  (Scheunemann & White, 2011).

Heldur enn at bjarga mest lívum, er málið við útbýti við støði í útlitum, at bjarga flest liviárum (Scheunemann & White, 2011).  Grundarlagið undir hugtakinum liviár er, at eitt ár við líðing, sjúku ella virkistarni, minkar um kvalitetin í einum ári, sæð í mun til, um hesi trupulleikar ikki vóru (Whitehead & Ali, 2010). Hvussu stór kvalitetsminkingin er, er tongt at hvussu svárur trupulleikin er, og eitt tal verður so ásett út frá tí metingini. Er man frískur, er eitt liviár tað sama sum eitt ár og fær tí talið 1. Eitt ár við ávísari pínu, kann t.d. gera, at árið minkar í virði. Hetta virði verður so ásett samsvarandi tað, sum man við kvantifisering av ávísum parametrum metir, at minkingin skal verða. Virði í árinum kann t.d. minka niður í  0,7 (ibid)

Maksimering av árum, virkar eisini intuitivt sum ein rættvís loysn (Holtug et al., 1997) Hugsanarhátturin er, at av tí at tað er virðismikið at liva fleiri ár, má tað verða tilsvarandi virðismikið, at bjarga fleiri liviárum (Persad et al.,2009). Men ein vansi er, at prinsippið ikki megnar at taka atlit til útbýtið og kvantitet. Prinsippið sigur onki um, hvørt tann 80 ára gamli ella tann 20 ára gamli skal fáa eitt ár eyka, og tað tykist órættvíst (ibid). Prinsippið sigur heldur onki um, um líviárini sum kunnu bjargast, skulu lutast út til nøkur fáa, ella færri ár skulu lutast út til fleiri. So hóast fyrimunir, kann tað ikki standa einsamalt (Scheunemann & White, 2011).

Prinsippir í samheingi

Raðfestingar í heilsuverkinum hava við sær, at man noyðist at viga ósameinilig áhugamál upp í móti hvørjum, sum tá talan er um at viga ymisk etisk prinsippir í móti hvørjum øðrum (Frazão et al.,2018). Tað bøtir um dygdina í avgerðunum, um tær verða tiknar við støði í eksplisittum, skipaðum tilgongdum og teknikkum, sum undir einum verða nevnd “Multiple Criteria Decision Analysis” (MCDA) (ibid). Tað er eitt paraplyhugtak, fyri ymiskar formellar tilgongdir, sum skulu hjálpa teimum sum skulu taka týdningarmiklar avgerðir um raðfestingar (Thokala, et al., 2016). MCDA tilgongdirnar hava til endamáls at meta um ymisk kriterii ella prinsippir, sum eru í stríð við hvørt annað, og sameina hesi, soleiðis at tað ber til at gera eina samlaða meting. Tað at viga prinsippir ímóti hvørjum øðrum í samheingi, soleiðis at onki prinsipp stendur einsamalt, er ein grundleggjandi treyt í royndini at raðfesta so rætt og so rættvíst sum gjørligt (Golan et al., 2011). Ein treyt í samband við MCDA er proseduralt rættvísi, tað vil siga, at sjálv avgerðarprosessin er gjøgnumskygd, soleiðis at fólk kunnu síggja, skilja og møguliga kæra avgerðirnar (ibid).

Gransking í og tilgongdin til rættvísa raðfesting í heilsuverkinum, kann býtast í tveir høvuðsbólkar (Williams et al., 2012) Annar hevur høvuðsfokus á útbýtingarrættvísi, tað vil siga hevur fokus á, hvat úrslit kemur burtur úr eini raðfesting.  Hin bólkurin leggur seg eftir at røkka rættvísi, við at  tryggja prosedurala rættvísi (ibid). Útgangsstøði fyri hetta seinna er, at um prosessin er rættvís, er úrslitið tað eisini (Daniels & Sabin, 2002).

Keldulisti

Aasen, H. S., Bringedahl, B., Bærøe, K., & Magnussen, A. -M. (2018). Prioritering, styring og likebehandling- utfordringer i norsk helsetjeneste. Oslo: Cappelen Damm Akademisk.

Daniels, N., & Sabin, J. (2002). Accountability for Reasonableness. I D. Norman, & J. Sabin, Setting limits fairly: Can We Learn to Share Medical Resources (s. 43 – 67). Oxford: Oxford University Press.

Det Etiske Råd. (2018). Retfærdig prioritering i det danske sundhedsvæsen. København: Det Etiske Råd.

Frazão, T. D., Camilo, D. G., S., E. L., & Souza, R. P. (2018). Multicriteria decision analysis (MCDA) in health care: a systematic review of the main characteristics and methodological steps. BMC Medical Informatics and Decision-Making, 1-16.

Hoedemaekers, R., & Dekkers, W. (4. desember 2003). Justice and Solidarity in Priority Setting in health. Health Care Analysis, s. 325-343.

Holtug, N., Kappel, K., & Lippert-Rasmussen, K. (1997). Det retfærdige samfund. Om lighed som ideal i etik og politik. København K: Nyt Nordisk Forlag Arnold Busck A/S.

Kelsen, H. (29. 11 2016). Hvad er retfærdighed. Nordisk tidsskrift for kriminalvidenskab, 40(2 (1953)), s. Nordisk Tidsskrift for Kriminalvidenskab, 40(2). Hentet fra https://tidsskrift.dk/NTfK/article/view/70325.

Lamont, J., & Favor, C. (26. september 2017). Distributive Justice. I e. Edward N. Zalta, Stanford Encyclopedia of Philosphy (winter 2017 edition) (Winter 2017 udg.). Stanford. Hentet fra www.plato.stanford.edu: <https://plato.stanford.edu/archives/win2017/entries/justice-distributive/

Løgtingið. (2021) Anordning nr. 821 af 22. juni 2018 om ikrafttræden for Færøerne af sundhedsloven, sum broytt við anordning nr. 1443 frá 29. juni 2021 Lógsavnið,

Scheunemann LP, W. D. (Desember 2011). The Ethics and Reality of Rationing in Medicine. Chest, s. 1625-1632.

Stumpf, K., Becker, C., & Baumgartner, S. (2016). A conceptual Structure of Justice-Providing a Tool to Analyse Conceptions iof Justice. Ethical Theory Moral Practice, 1187-1202.

Sundheds- og ældreministeriet. (02. 28 2018). Retsinformation. Hentet fra retsinformation.dk: file:///C:/Users/hn18547/Downloads/A20180019129.pdf

Wright, R. W. (August 2000). The Principles of Justice. Notre Dame Law Review.

WHO. (2014). Making fair chioces on the path to universal health coverage. Geneve: WHO.