Hví tosa um raðfestingar og hvat tosa vit um? Tað fara vit at royna at varpa ljós á við nøkrum tekstabrotum, harav hetta er tað fyrsta.

Tað er sjáldan, at avbjóðingin við at raðfesta í heilsuverkinum, var so týðilig  í nýggjari tíð, sum tá koronafarsóttin herjaði. Vit hoyrdu ræðusøgur uttan úr heimið, har nógv fleiri sjúklingar høvdu tørv á andingarhjálp, enn tað vóru andingartól til taks. Bæði úr Italiu og Spaniu gingu søgur um, at heilsustarvsfólk vórðu biðin um at lata verða við at lata fólk, eldri enn 60 ár, fáa atgongd til avmarkaða talið av andingartólum. Tað vóru ikki nokk tól til øll sum høvdu tørv á andingarhjálp og tey yngru vórðu í hesum førinum raðfest framum tey eldru (Frimand, 2020). Hóast øll lond ikki vóru so trongd sum hesi bæði, trokaðu raðfestingarspurningar seg eisini fram her hjá okkum. Um tað verður neyðugt, hvønn skuldi man so velja framum annan og hví? Hetta eru grundleggjandi spurningar tá talan er um at raðfesta í heilsuverkinum og er tað, sum hesi tekstabrotini hava til endamáls at varpa ljós á

Spurnatekin var beinanvegin sett við, um tað var rætt at lata samfelagið so nógv aftur, sum tað var gjørt. Ansast má eftir, at “kururin ikki verður verri enn sjálvur trupulleikin”, hildu summi. Millum hesi var fyrrverandi forsætisráðharrin í Danmark, Lars Løkke Rasmussen, sum vísti á, at tey víðfevndu stigini, sum stórt sæð øll heimsins lond tóku fyri at basa koronasmittuni, fóru at hava ómetaliga stóra, og í ávísan mun ókenda, ávirkan á bæði lands- og heimsbúskapin. Løkke var bangin fyri, at kururin kundi føra til búskaparligt hóttafall, sum aftur hevur við sær, at minni verður eftir til heilsu, útbúgving, veðurlagsátøk og menningarhjálp, enn tað annars hevði verið (Rasmussen, 2020)

Men danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen svaraði aftur við at siga, at menniskjalív kunnu ikki gerast upp í pengum. Í síðsta enda snýr tað seg um álitið til samfelagssáttmálan og tað undirstøði sum vælferðarsamfelagið byggir á (Redder, 2020). Búskapurin má víkja fyri heilsu, tí tað týdningarmesta er, at so fá doyggja av korona sum gjørligt, sjálvt um prísurin er høgur, segði hon (Redder, 2020).

Júst hetta, at seta búskaparlig atlit upp í móti menniskjalívum, fellur mongum fyri bróstið, tí tað nettupp er at gera mannalív upp í pengum (Pedersen, 2015). Men tað er ein misskiljing at seta roknistykki soleiðis upp, siga onnur (Williams, 1992). Tað er sum so ikki peningurin í sær sjálvum, sum er mótparturin (Pedersen, 2015), men heldur tað, at avleiðingarnar av einum møguligum búskaparskrædlið ella ógvusligari niðurgongd í samfelagsbúskapinum, kann hava við sær, at fleiri doyggja av øðrum ávum enn korona. Valið stendur sostatt millum ymisk mannalív. Hvat er so rætt og rættvíst at gera?

Kjakið er eitt klassiskt stríð millum millum pliktetikkina og utilitarismuna. Ógvuliga stutt, yvirskipað og einfaldað, so ber til at siga, at utilitarisman hevur fokus á avleiðingarnar og advokerar fyri at minka um pínu og fáa so nógva vælferð sum møguligt (Wright, 2000). Hinvegin leggur pliktetikkin dent á intentiónina av gerini, og tekur støði í, at summar gerðir altíð eru skeivar, sjálvt um tær í ávísari støðu høvdu gjørt gagn. T.d. vildi ein pliktetikari ikki latið eitt menniskja doyð við tí grundgeving, at tað kundi bjarga 10 øðrum menniskjum. Tað er ongantíð rætt at ofra ein fyri ein annan. Fyri ein utilitarist vildi tað verið skeivt, at latið 10 menniskjur doyð, fyri at bjarga einum, tí avleiðingarnar vildu ført meira pínu við sær, t.d. fyri tey nógv fleiri avvarðandi (Christensen, 2014).

Dømið omanfyri lýsir bara ein brotpart av teimum nógvu trupulleikunum og etisku tvístøðunum sum eru partar av tí, sum undir einum kann eyðmerkjast  sum “Raðfestingar í heilsuverkinum”. Tó at teir gjørdust serliga presentir í samband við Korounufarsóttina, so eru spurningarnir um raðfestingar í heilsuverkinum tó hvørki nýggir ella fremmandir.  Ein av stóru avbjóðingunum í heilsuverkum um allan heim, er avmarkað tilfeingið (Sabik & Lie, 2008). Í kjalarvørrinum av hesum stinga spurningar seg upp um, hvussu avmarkaða tilfeingið í heilsuverkinum eigur at verða býtt út, til hvat, hvønn og á hvønn hátt, fyri at man kann siga, at tað er rættvíst og livir upp til krøvini vit seta til eitt demokratiskt vælferðarsamfelag (Tragakis & Vienonen, 1998). Raðfesting av felagsgóðsi, sum byggja á virðir um rættvísa útlutan, har hond verður tikin um tey, sum av onkrari orsøk ikki klára seg so væl sjálvi, er ein av berandi súlunum undir demokratiskum vælferðarsamfeløgum (Hoedmaekers & Dekkers, 2003). Spurningarnir um raðfestingar eru tí altíð viðkomandi at seta,  eisini tá vit ikki hava eina farsótt at dragast við.

Næstan allar avgerðir  í heilsuverkinum  snúgva seg um raðfestingar, tó at tað ikki altíð er so eyðsýnt ella viðurkent, at tað er tað sum fer fram. At raðfesta merkir, at ein avgerð verður tikin, sum hevur við sær, at tilfeingið verður brúkt at gagna nøkrum sjúkligum framum aðrar (Kappel, 2016). Tilfeingið kann verða nógv ymiskt, t.d. tíð, peningur, útgerð, seingjarpláss og gøgn. Aðaltátturin í raðfestingini er, at tað eru fleiri sum hava tørv á tilfeinginum, enn tað er tilfeingi til taks (Puyol, 2018), og ofta verða  avgerðir tiknar um uppraðfestingar, uttan at nakar hugsar um, at tá tey velja at uppraðfesta onkustaðni í skipanini, má niðurraðfestast aðrastaðni (Kappel, 2016)

Tað er ikki tí, at tað altíð er so trupult at meta um, hvør avgerð er røtt. Viðhvørt er eyðsæð hvat eigur at hava forrættindi framum annað. T.d. vildu flestu fólk  tikið undir við, at raðfesta viðgerð av húðkrabba framum eftirgjørdan gitnað ella tað at vaksa sær um bringuna (Kappel, 2016). Húðkrabbin kann kosta lív og fólk flest øll eru samd um, at tað at bjarga lívi, eigur at hava forrætt framum annað, sum ikki er lívshóttandi. Men um veljast skal í millum fólk við svárari giktasjúku og fólk við álvarsligari sálarsjúku, er valið ikki longur so eyðsýnt (Tragakis, 1998). Harafturat kemur, at tað er sjáldan at valið er so beint fram, tí tað er so nógv onnur atlit, sum spæla inn, t.d. heilsustøðan annars, prognosa, aldur o.s.fr. (Pedersen, 2015). Tað er í teimum førum, har tað ikki er eyðsýnt hvat er rætt at gera, at raðfestingartrupulleikarnir vísa seg (Kappel, 2016).

Men um tað skal bera til at fáa eyga á raðfestingartrupulleikarnar, má avgerðarprosessin verða klár, greið og sjónlig. Tí er ein annar týðandi táttur í raðfestingini, at gjøgnumskygni er í raðfestingarprosessunum, so til ber at meta um, hvørt raðfestingin endurspeglar samfelagsins virðir, og krøv hjá borgarunum (Sabik & Lie, 2008). Av hesum sama mugu tey etisku prinsippini og virðini sum verða brúkt í avgerðargrundarlagnum, verða útgreinað (SMER, 2018). Gjøgnumskygni í raðfestingunum er eisini ein treyt til tess at forða fyri, at býtið av tilfeingið verður stýrt av tilvild, valdsmisnýtslu og øðrum viðurskiftum, sum føra til órættvísa raðfesting (Maluka, 2011).

Til at hjálpa sær til ein rættvísa og gjøgnumskygda raðfesting, hava lond rundan um okkum ment ymisk raðfestingarprinsippir og -kriteriir, sum skulu virka sum karmar fyri raðfestingini (Chalkidou et al., 2016). Raðfestingarnar skulu grundast á greiningar av samfelagsstøðuni og verða  grundarlag undir avgerðunum um býti av tilfeinginum (Terwindt et al., 2016). Tað liggur soleiðis í raðfestingarprosessini, at hon er politisk, og at politiska arbeiði krevur, at vigað verður millum ymisk áhugamál, har samfelagslig virðir og mál eru týdningarmiklir faktorar í avgerðunum (ibid).

Fyrisitingarligu spurningarnir sum standast av tørvinum fyri at raðfesta, snúgva seg um, hvussu heilsuverkið skal skipast og stýrast, fyri at forsvarligar avgerðir verða tiknar um útbýtið av avmarkaða tilfeinginum (Kappel, 2016). Etisku spurningarnir snúgva seg um, hvørji etisk virðir ella normar, útbýtið av tilfeinginum eigur at endurspegla. (ibid) Tað eru tær politisku avgerðirnar sum avdúka, hvussu stóran týdning etikkurin hevur (SMER, 2018). Hóast politikkur og etikkur eru tvey ymisk økið, umskarast tey, tá tað snýr seg um raðfestingar í og stýring av heilsuverkinum (ibid). Eins og etikkur eigur politikkur soleiðis eisini ein týðandi leiklut í strembanini eftir, at raðfesta so rætt og so rættvíst sum gjørligt (Terwindt et al., 2016).

Spurningurin um raðfestingar er sostatt rættiliga torgreiddur og ikki bara so einfaldur at svara uppá. Men at hann eisini er neyðugur at seta í Føroyum, hevur verið eyðsýnt í nógv ár. Longu í “Álit um framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum” frá 2007, ger arbeiðsbólkurin vart við øktu krøvini til sjúkrahúsverkið og staðfesta:

Tí sleppa vit í  Føroyum heldur ikki undan at taka støðu til hesi viðurskifti út frá einum samfelagsligum sjónarhornið, um vit eisini í framtíðini skulu hava eitt gott heilsuverk (Almanna – og heilsumálaráðið, 2007, p. 3)

Hóast arbeiðisbólkurin vónaði, at álitið kundi verða við til “at seta gongd á eitt orðaskifti og eina prosess, sum skal føra okkara sjúkrahúsverk trygt inn í framtíðina” (ibid), so fekst orðaskifti um raðfestingar ikki í lag, hvørki tá ella seinni. Sjálvt um hetta orðaskifti hevur vart í fleiri áratíggju í londunum rundanum okkum, hevur tað ongantíð veruliga fingið fótin fyri seg í Føroyum, hvørki millum fólk flest ella í politisku skipanini

Arbeiðisbólkurin, sum gjørdi álitið “Menningarætlan fyri sjúkrahúsverk Føroya” sum varð handað landsstýriskvinnuni í Heilsu- og innlendismálum í 2016, ger vart við trupulleikarnar við øktum trýsti á føroyska sjúkrahúsverkið. Tilfeingið stendur ikki mát við tøkniligu frambrotini og fólkafrøðiligu broytingarnar, sum hava við sær, at vit áhaldandi gerast fleiri í tali og fleiri eldri (HIMR, 2016). Alsamt vaksandi gjógvin millum tøkan pening og tørvin á heilsutænastum, ger tað trupult, at veita borgarunum ta viðgerð, sum teimum tørvar ella sum tey ynskja sær. Arbeiðsbólkurin vísir á, at hóast tað er gleðiligt, at nýggj viðgerðarframbrot gera tað møguligt at viðgera fleiri og betri, so økir tað eisini um tørvin “at raðfesta so rætt og so rættvíst sum gjørligt” (HIMR, 2016, p. 65)

Tvístøðurnar sum tey ymisku møta, sum skulu taka avgerðir um raðfestingar ymsastaðni í og um heilsuverkið, eru rættiliga ymiskar, eins og atlitini at taka eru tað. Tað er stórur munur á atlitunum sum politikarar skulu hava fyri eyga, tá teir skulu velja í millum hvussu stór játtanin skal verða til  ávikavist heilsuverkið, almannaverkið og skúlaverkið og so teimum atlitinum sjúkrarøktarfrøðingurin skal taka, tá hon velur ein at koma inn framum ein annan í bíðirúminum á skaðastovuni (Aasen, et al., 2018).

Keldulisti

Almanna – og heilsumálaráðið. (2007). Álit um framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum. Tórshavn: Almanna- og heilsumálaráðið.

Christensen, R. A.-M. (2014). Filosofisk etik- normativ etik, praktisk etik og metaetik. Aarhus: Aarhus universitetsforlag.

Chalkidou, K. A.-L. (2016). Priority -setting for achieving universal health coverage. Policy & practice, s. 462-467

Frimand, M. (24. marts 2020). Sosialnytt. Hentet fra Sosialnytt.com: https://sosialnytt.com/lege-i-italia-vi-kan-ikke-lenger-gi-respiratorbehandling-til-folk-over-60-ar/

HIMR. (2016). Menningarætlan fyri sjúkrahúsverk Føroya. Tórshavn: Heilsu- og innlendismálaráðið. Hentet fra https://landsstyri.cdn.fo/savn/8299/menningar%C3%A6tlan-fyri sj%C3%BAkrah%C3%BAsverki%C3%B0.pdf?s=Ow-X-YCMMGn2QGZMnsQEIO7MfXg

Hoedemaekers, R., & Dekkers, W. (4. desember 2003). Justice and Solidarity in Priority Setting in

Kappel, K. (2016). Medicinsk etik- En filosofisk diskussion af bioetiske grundproblemer. København: Nyt Nordisk forlag Arnold Busck.

Maluka, S. O. (7. November 2011). Strengthening fairness, transparency and accountability in health care priority setting at district level in Tanzania. Global Health Ation.

Pedersen, K. M. (2015). Prioritering i sundhedsvæsenet, hvorfor er det nødvendigt. København: Munksgaard.

Puyol, A. (2018). The Uncomfertable Truths of Healthcare Prioritisation. I S. P. Juan E Del Llano-Senaris, Prioritising Heaæth Services or Muddling Through (s. 125-143). Madrid: Springer Healthcare.

Rasmussen, L. L. (26. Marts 2020). bt.dk. Hentet fra www.bt.dk: https://www.bt.dk/debat/lars-loekke-rasmussen-kuren-maa-ikke-blive-vaerre-end-problemet

Redder, A. (31. Marts 2020). Kristeligt dagblad e-avis. Hentet fra e pages.dk/kristeligtdagblad: http://www.e-pages.dk/kristeligtdagblad/38432/?gatoken=dXNlcl9pZD1lYWVmYzRmN2Q5MTlhOTRkNGY5NjAyMGU2MTVhNmQzYSZ1c2VyX2lkX3R5cGU9Y3VzdG9t

Sabik, M., & Lie, K. (8. Januar 2008). Priority setting in health care: Lessons from the experiences of eight countries. International Journal for Equity in Helth.

SMER. (2018). Etikkur – ein evnislýsing. Etiska ráðið.

Terwindt, F., Rajan, D., & Soucat, A. (2016). Priority-setting for national helath policies, strategies and plans. I G. Schmets, D. Rajan, S. Kadandale, & eds, Strategizing national health in the 21st century:a handbook (s. Chapter 4). Geneva: World Health Organization.

Tragakes, E. V. (1998). Key issues in rationing and priority setting for health care services. WHO/EURO.

Williams. (18. Mars 1992). Cost-effectiveness analysis: is it ethical? Journal of Medical Ethics, s. 7-11.