Hin 10 oktober helt Kari Martinsen fyrilestur í Løkshøll og yvir 200 fólk komu at lurta. Hóast hon hvørki brúkti tekniskar snildir ella stór armsveiggj, ja hon nærmast flutti seg ikki á stóra pallinum í Løkshøll, so megnaði hon at rúnabinda fjøldina í nærum 3 tímar.
Yvirskriftin til fyrilesturin var “Tíðarakseleratión, resonansur og seinføri í røktarrúmum” við undirspurninginum: “Er lívgandi seinføri møguligt – seinføri við rúm fyri øðrum, við rúm fyri at sansa, lurta, síggja, lukta og merkja?”
Hon lýsti spurningin ígjøgnum tvær sjúklingasøgur, við støði í hugsanunum um tíðarakseleratión og resonans hjá týska sosiologinum Hartmut Rosa og tekstunum hjá danska teologinum K.E. Løgstrup um etikk og fantasi.
Onnur søgan gekk fyri seg í einum rúmi, merkt av seinføri, har røktin tók ta tíð hon tekur, og resonansur er millum sjúkling og sjúkrarøktarfrøðing.
Hin søgan gekk fyri seg í einum rúmi, merkt av tíðarakseleratión og fremmandagerð, men har hon við Løgstrup, Rosa og Foucault vísti á, at “onnur rúm” kunnu skapast í hesum sama rúmi og at resonansur er gjørligur hóast truplar umstøður.
Í fyrilestrinum brúkti hon rúma tíð at greiða frá, hvat tíðarakseleratión ger við bæði sjúklingar og starvsfólk og hvussu seinføri, fantasiur og tað at leggja merki til og uppdaga smá ting, kann verða eitt mótsvar og ein máti at protestera ímóti kravinum um tíðarakseleratión.
“Vit mugu hugsa tað óhugsandi” og “Tað týdningarmesta er at steðga á og lurta” vóru millum mongu boðskapir hennara.
Vit í SER eru so ógvuliga takksamar fyri, at Kari Martinsen vildi koma á vitjan og at sjúkrarøktarfrøðingar tóku so væl undir við tiltakinum. Men tað er nú ikki minni gott at vita sær, at Kari sjálv var ógvuliga fegin um vitjanina, og væl kundi hugsað sær at komið aftur. Vit hava tí framhaldandi samband við hana og tað er als ikki óhugsandi, at hon kemur aftur um eitt ár ella so.
Í samband við vitjanina, gjørdi Armgarð Arge ein poddpart við Kari Martinsen, sum tað ber til at hoyra her