SER hevur gjørt eitt uppskot til dagføring av Yrkisetisku Leiðreglunum
Tað, sum er skrivað við skráskrift, er annaðhvørt umorðað ella lagt afturat verandi leiðreglum
Verandi leiðreglur finnur tú her
Allir limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava nú møguleika fyri at viðmerkja uppskotið.
Hoyringsfreist er hin 1. juni. Skriva til etikkur@sjukrarokt.fo
Tá hoyringstíðin er av, verður arbeitt víðari út frá innkomnu viðmerkingunum og síðan verður tillagaða uppskotið skikkað til nevndina í FFS. Sambært stk 3 í viðtøkunum hjá Sjúkrarøktaretiska Ráðnum, er tað aðalfundurin, sum eigur endaligu avgerðina, um uppskotið skal góðtakast.