Temadagur við Dorthe Birkmose saman við FPS

Eitt tiltak, sum vit saman við áhugabólkinum FPS  (Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar) so smátt vóru byrjað at fyrireika longu í 2023, var  temadagurin við Dorthe Birkmose. Temadagurin, sum bar heiti “Fimm fet frá ráan”, var hildin á Hotel Hilton hin 13 september í ár. Tiltakið var alment og um 120 fólk frá øllum vælferðargeiranum luttóku.

Dorthe Birkmose er ein framúrskarandi góður miðlari. Hon dugir ótrúliga væl at dosera sín boðskap við einum kryddi av sunnum humori, sum ger, at vit, sum hava lyndi til at skamma okkum, tí vit kenna okkum aftur í tí sum sagt verður, klára betri at verða í teim truplu kenslunum. Soleiðis fáa vit møguleika fyri at verða í, at virðir og atferð okkara ikki altíð fylgjast, sum er ein neyðug sannkenning, skulu vit læra av tí. Tann læringin er ein fortreyt fyri at fyribyrgja ráan, sum var tað hon var komin higar at tosa um. Við einum tussjpenni og tussjtalvu, har hon skrivaði nakrar heilt fáar setningar, rúnabant hon áhoyrararnar í ein heilan dag.

Fyrsta fetið burtur frá ráanini er ein sannkenning av vandanum fyri ráan. Næsta fetið er at gerast varur við tey mongu ávaringarteknini, sum síggjast í praksis. Triðja fetið er at menna neyðuga psykologiska tryggleikan, so ávaringarteknini sleppa fram í ljósmála, uttan at nakar verður skammaður. Fjórða fetið er at skilja psykiska slitið, sum hópast upp, soleiðis at fimta fetið endiliga kann takast, sum er at loysa teir trupulleikar, sum hava gjørt ráanina neyðuga.

Hon byrjaði dagin við at siga nakað um “Knaphedesn psykologi” sum tit kunnu síggja hana greiða frá í stuttum her

Í gjøgnum dagin dýpti Dorthe Birkmose tey fimm fetini og hóast hon ikki lovaði, at tað er lætt, vísti hon á, at tað ber til at sleppa undan ráanini. Millum mangt annað, gjørdi hon fitt burturúr at vísa á munin á moralskari strongd og  umsorganarmøði, sum krevja hvør sínar loysnir.

Ein týðandi partur av fyribyrgingini, er at vit øll átaka okkum ábyrgdina fyri at mótmæla tá vit síggja onkran gera okkurt, sum bendir á psykiskt slit, sum t.d. at fara illa ella óvirðiligt við fólki, ella tosa niðursetandi um onnur. Hon vísti tó eisini á týdningin á psykologiskum tryggleika, fyri at tað skal bera til

“Mennesket er mere socialt end det er moralsk”, sum hon segði, so tí krevur tað nógv av einstaklinginum at siga frá í ein ráari mentan. Tað er ikki vist tað er so, men kenslan hjá tí einstaka starvsfólkinum kann verða, at “annaðhvørt má eg lata sum onki og verða partur av felagsskapinum ella má eg siga frá og risikera at verða útstoytt/ur”.

Eitt annað amboð, sum Dorthe Birkmose vísti á, er Perspektivskifti sum metoda, sum tað ber til at hoyra meira um í hesum fyrilestrinum

Dagurin var ógvuliga “ríkur” og evnini røkka ikki, til at taka samanum á ein hátt, sum gevur innihaldinum nær námind tað viðurkenning og pondus tað hevur uppiborið. Hon hevði so ómetaliga nógv og ymiskt at greiða frá og í hesum tekstabrotinum er bara ein lítil brotpartur, sum á ongan hátt megnar at fanga øll tey mongu gullkornini, hon lat frá sær gjøgnum dagin.

Vit í SER vilja takka nevndini í FPS  so hjartaliga fyri gott samstarv.