Stutt lýsing av hugtakinum vælferðartøkni

Vælferðartøkni er tøkni og tøkniskipanir við tilgjørdum viti (AI, Artificial intelligence), sum kann lætta um, leysgeva arbeiðsorku og betra um trygd og lívsgóðsku hjá borgarum. Vælferðartøkni ger fólk betur før fyri at vera virkin, røra seg, taka lut og klára seg sjálvi.

Vælferðartøkni kann vera tólmenni (robottar), appir og telduforrit, ávaringarskipanir, eftirlit ella umsjón við vakmyndatóli og GPS, áminningarsensorar, blæur við tilgjørdum viti, fjarlæknaviðgerð og mangt annað.

Vælferðartøkni kann brúkast heima, so at fólk kunnu liva betri, tryggari og longri í egnum heimi. Hetta minkar um trýstið á bústovnarnar. Vælferðartøkni kann eisini brúkast á bústovnum, so at starvsfólk fáa veitt betri og fleiri tænastur. Hetta kann bøta um trivnað og arbeiðsumhvørvi.

Vælferðartøkni kann síggjast sum ein av fleiri mátum at loysa avbjóðingina við vaksandi røktar- og umsorganartørvi, nú talið av eldri borgarum støðugt veksur, samstundis sum stór menning fer fram innan tøkni og vælferðartøkni.

Stutt lýsing av tiltakinum

Við vælferðartøknini stinga nógvir etiskir spurningar seg upp. Hvussu ávirkar tað sambandið millum menniskjur, tá ið tøkni og tøkniskipanir yvirtaka partar av røktini? Ber tað til at siga nei til vælferðartøkni og fáa okkurt annað í staðin? Hvussu tryggja vit, at brúkarin verður hoyrdur og tikin við upp á ráð? Hava vit lov til at hava eftirlit við fólki, um tey ikki sjálvi hava givið sítt samtykki? Hvør hevur ábyrgdina fyri, at vælferðartøknin riggar sum hon skal? Og hvør hevur ábyrgdina, tá okkurt gongur galið? Og so framvegis.

Við hesum tiltakinum vildu vit í Etiska ráðnum og Sjúkrarøktaretiska ráðnum kasta ljós á so nógvar av hesum spurningum, sum til ber, og skapa kjak um teir, nú vælferðartøkni av álvara er vorðin ein týðandi partur av okkara lívi.

Tiltakið var hildið í Smæruni og var skipað við stuttum framløgum, har umboð fyri mennarar, veitarar, brúkarar og onnur fingu høvi til lýsa evnið “Etikkur og vælferðartøkni” frá sínum sjónarhorni, við stuttum framløgum, sum tað ber til at síggja her

Áhugaverd grein um vælferðartøkni úr sjónarhorninum hjá eldri kann lesast her: Vælferðartøkni perspektivið hjá eldri