Ferðafrásøgn frá norðurlendska fundinum hjá Sjúkrarøktaretiskum ráðum í døgunum 19 og 20 september 2025
Einaferð um árið hittast sjúkrarøktaretisku ráðini í Noregi, Danmark, Grønlandi, Svøríki og Føroyum til fundar yvir tveir dagar. Hóast ráðini úr øllum londum kunnu koma við uppskotum og ynskjum um evni at seta á skrá, er tað vertslandið sum eigur endaligu avgerðina og sum leggur skránna. Hesuferð var tað Svøríki, sum var vertsland og yvirskriftin var “Røktaretikkur og vitlíki”
Fundurin var hildin á Sigtunastiftelsen í elsta svenska býnum Sigtuna, sum liggur nærhendis Arlanda flogvøllin. Betri umstøður til djúphugsni enn á hesum stovni, verður ringt at finna. Tá vit tríggjar, Katrine Klein Arnbjerg, Eva Mortensen Holm og Jana Mortensen komu, dagin fyri at sjálvur fundurin byrjaði, hildu vit, at vit vóru komin til eitt gamalt kleystur. So var tó ikki, sum tað ber til at lesa um niðanfyri, har vit gera eina skjóta gjøgnumgongd av søguni á hesum serliga staðið, sum hugtók okkum so. Friðsælan og andin av felagsskapi á staðnum merkti okkum øll hesar báðar dagarnar og gongur sum ætlað, er tað ikki seinastu ferð, vit vitja í Sigtuna, sum annars er ein ótrúliga sjarmerandi lítil býur.
Sigtunastiftelsen var stovnað í 1917, í eini tíð, sum var merkt av stórum mentanarligum, samfelagsligum og religiøsum umbyltingum. Stovnarin, Manfred Björkquist, vildi skapa eitt stað, har kristintrúgv, humanistiskt dannilsi og samfelagsrefleksjón frítt kundu møtast uttan dogmatisk ella politisk mørk. Dreymurin var at byggja eitt hús, sum bæði skuldi vera borg, heim, skúli og halgidómur- ein stimbrandi miðstaður fyri samrøðu, djúphugsni og intellektuellum forvitni.
Arkitektururin speglar hesa hugsjón. Stovnurin liggur á einum heyggi, og við íblástri frá gomlu kleystrunum, er hann innrættaður við herbergi, bókasavni, lesisalum og einum kappelli, nevnt Olaus-Petri, og er uppkallað eftir ein av størstu kristnireformatorunum í svenskari søgu. Kapellið er eitt sjónligt súmbol um ambitiónina, at sameina trúgv og tanka í einum opnum rúmi.
Í árunum millum veraldarbardagarnar mentist Sigtunastiftelsen til ein týðandi miðdepil fyri bókmentir, mentanarkjak og listaligar fundir. Her kjakaðust rithøvundar og intellektuelt virkin fólk um leiklutin hjá listini, ábyrgdina hjá menniskjanum og politisku gongdina í Evropa í eini tíð, har totalitarisman vaks fram
Tá 2. veraldarbardagi brast á, var Sigtunastiftelsen karmur um fleiri loyniligar fundir. Ein av teimum, sum vitjaði staðið, var Dietrich Bonhoeffer, týskur prestur og virkin mótstøðumaður móti nazismuni. Hann ferðaðist fleiri ferðir í Skandinaviu og til Onglands í royndini at vinna stuðul til at veikja stýrið hjá Hitler og at skapa samband millum týsku mótstøðurørsluna og bretsku kirkjuna. Í hesum sambandi hittist hann eisini við norðurlendskar starvsfelagar á Sigtunastiftelsen fyri at kanna møguleikarnar fyri at fremja eina politiska broyting í Týsklandi. Sum kunnugt eydnaðist hetta tíverri ikki, og Bonhoeffer varð hongdur í Flossenbürg-fangaleguni fyri landasvik 9. apríl 1945.
Á sumri í 1945 tók eitt serligt kapittul seg upp í søgu stovnsins. Tá Svøríki við krígslok tók ímóti fangum frá týningarlegunum, var Sigtunastiftelsen umskapað til eitt tilbúgvingarsjúkrahús og eitt stað, har hesi neyðar fólk so spakuliga kundu koma fyri seg aftur. Yvir 600 fólk, einamest jødar, fingu røkt og stuðul á stovninum – eitt sjónligt tekin um humanistisku virðini, sum stovnurin byggir á.
Aftaná kríggi vendi stovnurin aftur til sín leiklut sum mentanar- og dannilsisstovnur. Bókasavnið vaks og húsið gjørdist ein savningardepil fyri granskarar, teologar, listafólk og rithøvundar. Hóast nógv ár eru liðin, hevur stovnurin varðveitt sítt sereyðkenni sum opið rúm fyri samrøðu, djúphugsni og samband millum fólk við ymiskari bakgrund. Ta vikuskifti vit vóru á Sigtuna, hittust ungfólk við ávikavíst ísraelskari og palestinensiskari bakgrund til at umrøða kríggið í miðeystri. Endamálið var at samrøða og veruliga lurta eftir sjónarmiðunum hjá hvørjum øðrum, til tess at fáa størri forstáilsi fyri hvørjum øðrum og á tann hátt at byggja brýr. Vikuna frammanundan høvdu demokratar i Belarus loyniligan fund á stovninum, til at umrøða, hvussu demokratiið kann vinnast fyri heimland teirra. Hesir fundir vóru hildnir í einum húsið sum lá við síðuna av sjálvum høvuðsbygninginum, og vit høvdu ikki atgongd hagar, meðan slíkir fundir vóru hildnir.
Sigtunastiftelsen er í dag ein nýmótans mentanar- og granskingarmiðdepil, sum framvegis byggir á upprunahugsjónina: at skapa eitt stað, har fólk kunnu hugsa, tosa og skriva frítt og finna frið. Við ráðstevnum, seminarum, retreats og mentanartiltøkum er stovnurin eitt livandi umhvørvi fyri refleksjón og samrøðu.
Til ber at lesa meir um Sigtunastiftelsen á heimasíðu teirra: www.sigtunastiftelsen.se
Samanumtøka av framløgum
Yvirskriftin til sjálvan fundin var Røktaretikkur og vitlíki men í veruleikanum vóru trý høvuðsevni umrødd:
- Vitlíki og røktaretikkur
- Veðurlag, heilsa og burðardygd
- Etikkur í kríggi og humaniterum kreppum
Fleiri framløgur vóru um hesi evni og niðanfyri er ein stuttur samandráttur av framløgunum undir hesum yvirskriftum
1. Vitlíki og røktaretikkur
1) Johanna Ulfvarson,Sjúkrarøktarfrøðingur, dosentur, E-hälsomyndigheten – Framløga: “AI och etik”
2) Petra Svedberg. Sjúkrarøktarfrøðingur, professari í sjúkrarøkt, Høgskolan i Halmstad – Framløga: “AI, omvårdnad och etik”
3) Jessica Nihlén-Fahlquist, Dosentur í praktiskari filosofi, universitetslektari í biomedisinskari etikk, Uppsala universitet – Framløga: “Etiska perspektiv på AI i vården”
4) Lilas Ali, Sjúkrarøktarfrøðingur, dosentur og forkvinna í Sjuksköterskornas Etikråd
Framløgur:– “AI ur sjuksköterskans och patientens perspektiv” og “Chatbot som omvårdnadsverktyg inom heldygnsvård i psykiatrin”
Vitlíki verður longu brúkt breitt til dianostikk, triagering, avgerðarstuðul og vágameting. Tøknin hevur stórar møguleikar, men er ongantíð neutral. Hon verður formað av teim dátum, sum venja hana, og kann bæði minka um og økja ójavnar. Dømir frá framløgunum vístu, hvussu skeivleikar og fordómar í dátugrunnunum kunnu elva til skeivar metingar av ávísum bólkum og føra til órættvísar og ójavnar viðgerðargongdir.
Týdningarmestu etisku avbjóðingarnar knýta seg til dygdina í dátunum, umboðan og gjøgnumskygni. Tá vitlíki gevur tilmæli, men menniskju taka avgerðirnar, stinga nýggjar grásonur fyri ábyrgd seg upp. Tí er neyðugt við greiðum karmum, skjalfesting og opinleika. Johanna Ulfvarson frá E-hälsomyndigheten legði dent á tørvin fyri at tryggja dátuvegir, juridiskan greiðleika og betri tøkniskipanir, um vitlíki skal brúkast á ábyrgdarfullan hátt.
Stutt sagt: Møguleikarnir við vitlíki kunnu bert loysast úr lagdi, um etikkur, gjøgnumskygni, útbúgving og greið ábyrgdarviðurskifti fylgja við – og um menniskjan áhaldandi er miðdepilin.
2. Veðurlag, heilsa og burðardygd
1) Eva-Lena Einberg, økissjúkrarøktarfrøðingur (DSK),Universitetslektari, Høgskolan Kristianstad – Framløga: “Klimat, hälsa och målkonflikter – vägen till en hållbar hälso- och sjukvård”
2) Johanna Skolhäll, økissjúkrarøktarfrøðingur (DSK), Region Värmland – Framløga: “Klimat, hälsa och målkonflikter – vägen till en hållbar hälso- och sjukvård”
Veðurlagsbroytingar verða lýstar sum størsta hóttanin móti fólkaheilsuni. Tær broyta sjúkumynstur og økja um vandan fyri sjúkum í andaleiðunum, ávirka ta mentalu heilsuna, fremja útbreiðslu av ígerðarsjúkum og raka sárbærar bólkar serliga hart. Samstundis viðvirkar heilsuverkið munandi til CO₂–útlátið við nýtslu av tilfari, heilivági, flutningi, orku og við rakstri av talgildum loysnum – herundir vitlíkisskipanum
Tí er veðurlagsetikkur eisini ein partur av sjúkrarøktaretikkini. Etisku leiðreglurnar hjá ICN (og tær dagførdu føroysku sjúkrarøktaretisku leiðreglurnar, sum eru til hoyringar í løtuni), plikta sjúkrarøktarfrøðingar at taka lut í hjálpararbeiði og tilbúgving í kreppu- og neyðstøðum, eisini teimum, sum standast av veðurlagsbroytingum. Dømi um “klimatsmart vård” vísir, at sjálvt smáar broytingar – sum minni spill, betri burturbeining og sortering, færri óneyðugar prosedurur, talgildir fundir og størri nýtsla av fleirnýtisamboðum – kunnu geva bæði búskaparligar og veðurlagsligar vinningar.
Stutt sagt: Veðurlagsábyrgd er eisini sjúklingaábyrgd. Sjúkrarøktarfrøðingar eiga ein týðandi leiklut i at stýra heilsuverkið á burðadygga kós
3. Umsorgan í kríggi – humaniterar meginreglur í verki
Anneli Eriksson, Sjúkrarøktarfrøðingur og granskingarserfrøðingur, Karolinska Institutet – Global katastrofmedicin
“Læknar uttan landamørk” (LUL) arbeiðir í kríggi, farsóttum og vanlukkum við støði í meginreglum um humanitet, neutralitet, óheftni og læknaetikk. Anneli Eriksson greiddi frá etiskum tvístøðum, sum hon hevði staðið í, har einki val var gott. Eitt dømi hon tók fram var, at hon mátti velja ímillum at verja starvsfólkini á einari Ebola-klinikk, ella at taka viðgerðarkevjandi sjúklingar inn, sum stóðu uttanfyri portrið og bíðaðu- harav fleiri óiva høvdu Ebola. Eitt annað dømi var, har hon mátti velja millum bólkar av sjúklingum og at varðveita neutralitet í konfliktum, har allar partar fremja yvirgang.
Hesar støður vísa, at etikkur í verki snýr seg um at varðveita virðing og ábyrgd í ekstremt avbjóðandi umstøðum, har tilfeingi ikki røkkur, og har ein má handla, hóast úrslitið ongantíð verður fullkomið.
Meginregla um vitnisburð hjá LUL leggur áherðslu á, at tað eisini er partur av umsorganini at tosa alment og opið um órættvísi. “Silence can certainly kill.”
Stutt sagt: Umsorgan í kríggi avdúkar tey mest kompromileysu etisku krøvini
Samanumtikið
Tey trý høvuðsevni vísa øll á sama grundspurningin: Hvussu veita vit ábyrgdarfulla og menniskjansliga umsorgan og røkt í einum heimi, merktur av tøkniligum broytingum, veðurlagskreppu og altjóða ótryggleika?
Vitlíki broytir sambandið millum tøkni, ábyrgd og umsorgan og flytur avgerðir inn í nýggjar karmar, har bæði menniskja og tól eiga sín leiklut. Veðurlagsbroytingar binda ábyrgdina hjá heilsuverkinum saman við heilsuni hjá allari planetini og minna okkum á, at røkt og burðardygd eru tætt knýtt saman. Og kríggj og humaniterar kreppur vísa okkum sjálva kjarnuna í etikki: at varðveita tign, menniksjavirði og ábyrgd, tá alt annað tykist ridla.
Tvørtur um tey trý høvuðsevnini var boðskapurin greiðir: Etikkur er ikki ein eginleiki – tað er at gera. Og tað krevur dirvi, góð dømingarevni, samstarv og leiðslu
Um nakar hevur áhuga í at fáa framløgurnar, ber til at venda sær til okkara á etikkur@sjukrarokt.fo, so skulu vit royna at fáa neyðugu loyvini til vega. Árliga felags framsøgnin kann lesast her






