Hin 19 og 20 september var árligi netfundurin hjá Sjúkrarøktaretisku Ráðunum í Grønlandi, Svøríki, Noregi, Danmark og Føroyum hildin í Svøríki. Evnið hesaferð var Umsorganar-og røktaretikkur og vitlíki, eitt sera viðkomandi og áhugavert evnið. Úr døgunum spratt henda felags framsøgnin:
Hvør hevur valdið yvir menningini av vitlíki innan umsorganarøkið?
Á einum fundi á Sigtunastiftelsen í september 2025 savnaðist Norðurlendska Etikknetið hjá sjúkrarøktarfrøðingum at umrøða etisku avleiðingarnar av skjótt vaksandi nýtsluni av vitlíkistøkni innan heilsu- og sjúkrarøkt. Henda áheitan er ein felags framsøgn fyri hugsanir og støðutakanir hjá Etikknetinum um, hvussu vitlíki ávirkar arbeiðshættir, ábyrgdarbýti og valdsskipanir í heilsuverkinum.
Við vitlíkistøknini broytist heilsu- og sjúkrarøktin skjótt, og við henni koma nýggir møguleikar – men eisini nýggj valdssambond og ógreið ábyrgdarbýti. Sjúkrarøktarfrøðingar hava ein serligan førleika í at skilja tørvin hjá sjúklingunum, tulka samansettar røktarstøður og taka etiskt grundaðar avgerðir. Hesin førleiki eigur at fáa størri ávirkan á menningina av vitlíki. Tað er ikki nóg mikið, at tøknin virkar – hon skal eisini geva meining, rættvísi og tryggleika.
Fyri at hetta skal eydnast, krevst at sjúkrarøktarfrøðingar verða útbúnir í vitlíki og taka lut í teimum avgerðum, sum verða tiknar um nýtsluna av tøknini. Vitlíki skal vera ein stuðul í røktini, ikki koma í staðin fyri menniskju. Etiskar greiningar mugu gerast áðrenn tøknin verður implementerað, og spurningar um ábyrgdarøki mugu verða greiðir og væl lýstir.
Valdið yvir vitlíki eigur at verða býtt sundur. Tøknimenningarfólk eru serfrøðingar í vitlíkisskipanum og kunningartøkni, men heilsufakfólk eru serfrøðingar í menniskjum og røkt-og viðgerðarhøpum. Tá hesi sjónarmið hittast, kann vitlíki nýtast á ein skilagóðan hátt, til at betra um røktina – har tøknin er eitt ískoyti, men ongantíð ein avloysari fyri menniskjaligu umsorganina.
Við kvøðu
Lilas Ali, forkvinna, Sjuksköterskornas Etikråd, Svensk sjuksköterskeförening (Svøríki)
Berit Liland, leiðari, Rådet for sykepleieetik, Norsk sykepleierforbund (Noregi)
Lisbeth Aaskov Falch, forkvinna, Sygeplejeetisk Råd (Danmark)
Pauline Olesen, forkvinna Kalaallit Nunaanni Peqqissaanermi Ileqqorissaarnissamut Siunnersuisoqatigiit, Sygeplejeetisk råd (Grønland)
Jana Mortensen, forkvinna, Sjúkrarøktaretiska Ráðið (Føroyar)







