FPS aðalfundur
Aðalfundur hjá FPS, Føroyskir Psykiatriskir sjúkrarøktarfrøðingar verður hildin Við Tjarnir í hølinum Fransatoftir týsdagin 14. apríl kl. 16.30
Ert tú ikki limur, so ber til at melda seg sum lim áðrenn aðalfundin
Skrá:
- Aðalfundur sambært viðtøkum felagsins
Val av trimum nevndarlimum.
- Hanus á Gørðum, Sjúkrahús- og varðhaldsprestur hevur upplegg.
- Felagið bjóðar góðan døgurða
Limagjald á 300,- skal verða goldið áðrenn fundin. Nýggir limir kunnu tekna seg, við at flyta limagjaldið á konto 9181-4470682 og boða frá á fps@olivant.fo
Tilmelding til aðalfundin fer fram við at boða frá hjá Randi á tlf. 234669 ella við at senda ein teldupost til: randi.bordoy@ls.fo í seinasta lagi 7. apríl. Tilskilast skal um tú ynskir at luttaka til døgurðan 😊 Vit gleða okkum at síggja nógvar limir.
Vinarliga Nevndin
Birgit Andersen, forkvinna
Eydna Iversen Lindenskov, Randi Borðoy, Anna Kristina Niclasen og Kerstin Laksáfoss.








