Tá hugtøk verða blandaði saman, er neyðugt at skilja tey sundur aftur.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar samráðist við lønardeildina hjá fíggjarmálaráðnum um nýggjan sáttmála, tá verandi sáttmáli er lokin. Sáttmálin regulerar lønarviðurskifti, setanarviðuskifti og arbeiðstíðarreglar.
Ein bráðfeingistilbúgving er ikki sáttmálin. Kravið um skipaði viðurskifti undir einum møguligum arbeiðssteðgi, kemur frá ásetingum í semingslógini og kann ikki á nakran hátt teingjast at sáttmálasamráðingum.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava gjørt eina avtalu við fíggjarmálaráðið um fráðboðanarform og freist í samband við arbeiðssteðg og fylgir sostatt kravinum í semingslógini. Nú skuldi ein hildið, at so var liðugt, men so er ikki. Fíggjarmálaráðið vil hava alt valdið á sína síðu. Sagt verður, at mann sjálvandi virðir verkfalsrættin, MEN, og tað er altíð eitt MEN, tí mann vil samstundis hava rættin, at avgera hvør skal til arbeiðis undir einum møguligum verkfalli.
Sjálvt um avtalan um bráðfeingistilbúgving einki hevur við sáttmálan at gera, so borðreiður fíggjarmálaráðið við kravi um júst bráðfeingistilbúgving, sum fremsta krav til sáttmálasamráðingar. Hetta órógvar sáttmálasamráðingarnar.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er sálvandi vitandi um, at vit varða av einum viðbreknum økið, og hevur tí saman við Heilsuhjálparafelag Føroya, biðið um at fáa ein fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum, fyri at umrøða møguligar loysnir, sum virða báðar partar. Sjálvt um vit hava rykt eftir svari fleiri ferðir, er enn einki svar komið. Hoyrast kundi tó í KVF at landsstýrismaðurin sigur seg ikki kunna tosa við feløg, sum eru í samráðingum. Hesi boðini undra meg stórliga. Eg havi sitið til samráðingar út við 20 ár, og vanligt hevur verið at landsstýrisfólkið við ábyrgd fyri samráðingunum er ein partur av gongdini.
Umráðandi er tó, at tað er greitt, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Heilsuhjálparafelag Føroya eru púra greið yvir týdningin, av tí arbeiðsøki har limirnir starvast og hava ynskt at finna loysnir. Enn er tað avvíst av landsstýrismanninum í fíggjarmálum
Óluva í Gong, forkvinna







