Stýrið fyri norðurlendska samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum Sygeplejerske Samarbejde i Norden (SSN) hevur havt stýrisfund í Føroyum í dag.
Sum altíð var nógv áhugavert á skránni.
Tosa bleiv um hvat er í gongd nú og hvørjar ætlanir eru á sjúkrarøktarpolitiska og fakliga økjunum í hvørjum landi. Tað eru nógvar broytingar í gongd í teimum ymisku londunum og tað eru nógvar ætlanir um broytingar. Ì øllum londunum eru útlit fyri at tað koma at mangla sjúkrarøktarfrøðingar í framtíðini.
Tað er púra greitt at stóri trupulleikin hjá norðurlendsku londunum er at finna loysnir fyri norðurlendsku vælferðarskipanina.







