At luttaka á ICN Congress 2025 hevur verið ein sera gevandi og lærurík uppliving. Hetta var mín fyrsta luttøka, og eg merkti, hvussu stóran týdning hendan kongressin hevur fyri sjúkrarøktarfakligu menningina. Á kongressini vóru nógvar spennandi og viðkomandi framløgur, men tað var ikki gjørligt at vera við til alt.
Eitt viðkomandi evni á kongressini var vitlíki og hvussu tað kann nýtast í sjúkrarøktini. Sjálv havi eg altíð verið eitt sindur ósikkur í mun til vitlíki og tí var áhugavert at hoyra, hvussu tað kann brúkast í nútímans sjúkrarøkt. Ein framløga, sum serliga fangaði mín áhuga, var framløgan hjá Lill Sverresdatter Larsen, sum er forkvinna fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar í Norra. Hon hugleiddi um, hvussu dokumentatión í sjúkrarøktini er broytt gjøgnum tíðina. Hon mintist aftur á tíðina, tá dokumentatiónin varð skrivað í kardex og á pappír, og onkuntíð á hondina, meðan hon var inni hjá sjúklinginum. Í dag er dokumentatiónin nógv meira skipað, men tekur enn nógv tíð, sum annars kundi verið brúkt úti hjá sjúklinginum. Samstundis vísti hon eisni á, at tíðin sum tú brúkar uppá dokumentatiónin eisini hevur týdning, tí hon gevur møguleika fyri refleksjón og eina lítlari pausu – og hetta er ikki at forsmáa.
Í Norra hava tey nú tikið vitlíki í nýtslu innan sjúkrarøktina. Dentur verður lagdur á, at endaligu avgerðirnar liggja hjá sjúkrarøktarfrøðinginum, men vitlíki kann mæla til tiltøk og geva uppskot í tráð við kliniskar leiðreglur. Tað er møguligt at brúka vitlíki í sjúkrarøktarætlanini í journalini, og hetta kann minka um tíðina, ið verður nýtt til dokumentatión, tryggjar at kliniskar avgerðir eru grundaðar á nýggjasta vitan, og hettar kann samstundis eisini minka um vandan fyri feilum.
Dentur verður lagdur á, at tað framvegis er sjúkrarøktarfrøðingurin, ið hevur ábyrgdina og tekur endaligu avgerðina í hvørji einstakari støðu:
- Sjúkrarøktarfrøðingurin dokumenterar tørvir, og vitlíki mælir til tiltøk
- Sjúkrarøktarfrøðingurin gjøgnumgongur, tillagar og góðkennir tiltøk sum vitlíkið mælir til.
Tí er neyðugt at gera íløgur í sjúkrarøktarfakligari vitan, struktur og terminologi, fyri at tryggja álit og meining í mun til nýtsluna av vitlíki í heilsuverkinum, tí vitlíki kann ikki standa einsamalt.
Àhugavert er at hoyra hvussu vitlíki kann brúkast í sjúkrarøktini og spennandi verður um hesin møguleiki eisini fer at blíva brúktur í føroyska heilsuverkinum í framtíðini.
Eg viðhefti eina áhugaverda grein skrivaða av Kathleen McGrow, sum er Global Chief Nursing Information Officer hjá Microsoft:
Artificial intelligence in nursing: A journey from data to wisdom – PMC
Joan Mohr Mikkelsen
Sjúkrarøktarfrøðingur